Adrenaline á jóansøku

Adrenaline er ein rockbólkur úr Klaksvík, sum við sínum melodiøsa og fangandi rocktónleiki longu hevur vunnið hjørtuni hjá føroyingum. Við hittum sum "DNA", “Bjarta”, "Dansa”, og “Spillikassin” hevur bólkurin fingið alsamt størri undirtøku.

Teir hava framført kring alt landið og fanga áskoðararnar við sínum framfýsnu og undirhaldandi framførslum. Adrenaline megnar altíð at seta eitt brak av einum showið upp – sangirnir sita fast, og orkestrið strálar av spæligleði.

Leygarkvøldið 21. juni, á jóansøku á Tvøroyri, sleppa vit at uppliva teir live og tað verður legendariskt – verið har!

 

Limir í Adrenaline:

Jónas Jacobsen (sang og gittar)

Tórður Sóleyarson (sang og gittar)

Jón Ari Hansen (bass)

Høgni Sørensen (trummur)