eBay sigur nei-takk til 56 milliardir dollarar

E-handilspallurin eBay hevur vrakað eitt tilboð frá amerikanska spælihandilinum GameStop, sum vildi yvirtaka eBay fyri 56 milliardir dollarar.

Tað upplýsir tíðindastovan Reuters.

 

– Vit eru komin til ta niðurstøðu, at tykkara uppskot hvørki er trúverdigt ella áhugavert, sigur Paul Pressler, sum er formaður í eBay, sambært Reuters.

 

– Nevndin í EBay er vís í, at felagið, undir núverandi leiðslu, er væl fyri at halda fram at reka burðardyggan vøkstur, sigur hann.