Avgerðin varð kunngjørd eftir rentufund hjá miðbankanum hósdagin og var væntað, eftir at ECB í juni hækkaði rentuna við 0,25 prosentstigum.
Samstundis er inflatiónin í evruøkinum minkað eitt sindur. Í juni var hon 2,8 prosent, samanborið við 3,2 prosent í mai. Málið hjá ECB er at halda inflatiónina á umleið 2,0 prosentum.
ECB vísir kortini á, at ófriðurin í Miðeystri framvegis skapar stóra óvissu. Orkuprísirnir sveiggja nógv og liggja framvegis væl hægri enn áðrenn kríggið millum USA, Ísrael og Iran.
– Stýrisráðið fylgir tí neyvt við, hvussu orkuprísirnir ávirka búskapin og inflatiónina, skrivar ECB.
Høvuðsbúskaparfrøðingurin í Dansk Industri, Allan Sørensen, sigur við Ritzau, at tað var skilagott ikki at hækka rentuna hesaferð.
– Inflatiónin er framvegis nakað ov høg, men hon er ikki á einum alarmerandi stigi, sigur hann.
Sune Malthe-Thagaard, høvuðsanalytikari í Totalkredit, væntar kortini, at ECB fer at hækka rentuna aftur longu í september.
Hann vísir á, at ófriðurin í Miðeystri kann trýsta orkuprísirnar uppaftur og harvið eisini inflatiónina.
Ein møgulig rentuhækking í heyst kann eisini merkjast hjá teimum, sum hava bústaðarlán við skiftandi rentu. Sambært Totalkredit kunnu renturnar á slíkum lánum hækka longu frá 1. oktober.










