Sunnudagin 30. november verður minningargudstænasta fyri Edith Dahl í Vágs kirkju. Men hvør var Edith Dahl? Og hví gera okur ein serligan dag til minnis um hana?
Edith Valborg Dahl var borin í heim í Vági hin 27.november 1908.
Foreldrini vóru Magnus Dahl, keypmaður, og Marie Henriette, f. Joensen.
Edith varð doypt í Vágs kirkju 1. januar 1909. Axel Frederik Moe var prestur.
Hon vaks upp í einum heimi har gudstrúgv og kirkjan vóru kjølfesta.
Edith giftist í 1942 við Jákupi Dahl hjá Petur á Gørðunum.
Tey fingu 5 børn: Petur Hans, Helenu, Magnus, Marjun og Jógvan.
Tey fyrstu árini
Í gomlu kirkjuni í Vági hevði frú Bang-Jensen savnað fólk at syngja m.a. til høgtíðirnar.
Prestahjúnini Bang-Jensen flyta í 1938 til Danmarkar. Tá ið nýggja kirkjan í Vági, hin 19. februar 1939, skuldi vígast varð litið upp í hendurnar á organistinum, Ellu Nolsøe, at fáa fólk at syngja til vígsluna. Soleiðis sigur Niels Juel Nolsøe, sonur hennara, í sera áhuga-verda minningarritinum Ljómur fimmti, sum kom út í 1989. Longu frá byrjan var
Edith Dahl tó við í fremstu røð. Tá ið kórið í 1939 hevur sína fyrstu allahalgannakonsert við offurgudstænastu er Edith kórleiðari. Hetta starv røkir hon við sjáldsomum ídni og trúfesti í 20 ár.
Í nýggju kirkjuni stóð orglið líkasum einsamalt uppi á loftinum. Tí varð hildið neyðugt at hava kór at stuðla sangin og syngja kórsvarini í fýra røddum. Men hvat sang kórið annars?
Grøna Bók hjá Ljómi, sum umframt allahalgannasangir (til konsertirnar) frá 1940 til 1954 hevur høgtíðarsálmar, ymiskar sangir og føðilandssangir, gevur eitt rættiliga gott innlit í skránna hetta tíðarskeiðið. Danskir sálmar og føroyskir eru á skránni, men longu
frá fyrstu konsertini eru eisini klassiskir kórsatsir at hoyra: Bortniansky, Beethoven, Weber, Händel, Schubert, Mozart, Chopin, Weyse, Gade, Hartmann, Bach, Mendelssohn, fyri bara at nevna burtur úr rúgvuni. Ein tann kendasti allahalganna sálmurin, sum enn á døgum verður settur í samband við Kirkjukórið Ljóm, ”Nú hvítna tindar…”, verður í 1940 sungin sum solosangur á donskum: ”Nu falmer skoven…” (Tað kundi verið áhugavert at fingið at vitað, hvør ið mundi syngja solo?)
Tá er tað, at Edith tosar við Robert Joensen í Klaksvík og fær hann at týða sálmin til føroyskt. Frá 1. nov. 1942 og til dagin í dag hevur hann verið á sungin í Vágs kirkju til konsert- og offurgudstænastuna.
Longu um konfirmantsaldur varð Niels Nolsøe (f. 23. nov. 1937) biðin at koma niðan á Foss at spæla undir til sangvenjing. Tey sungu m.a. ”Mød mig der” ella sum hann eisini verður nevndur ”På en stille strand”. Hann er fyrstu ferð á skránni 2. nov. 1952. Tað var ikki sum at siga tað at venja. Ongin kopimaskina var uppfunnin. Allar røddir vóru skrivaðar við hond og vant var í røddum, tenor, alt osfrv. Tey skuldu læra seg eina og eina stemmu. Hetta var sera læruríkt, tí sangararnir vóru sum vera man ikki sø kønir í nótum. Fleiri hjálptu til at skriva nótar m.a. Jákup, maður hennara. Niels sigur, at fyrstu árini varð vant týskvøld heima hjá Edith. Men tá ið nýbygningurin oman úr Meinigheitshúsinum var liðugur, bleyv vant har niðri. Áðrenn farið varð heim um kvøldið, las Edith altíð andaktina til dagin úr álmannakkanum.
Í nógv ár helt kórið føðingardag hvønn 19. februar í heiminum hjá Edith. Fólk tóku smyrjibreyð við og høvdu eitt hugnaligt kvøld saman. Sangir vóru yrktir til dagin. Seinri var samkoman hildin í Meinigheitshúsinum ella í prestagarðinum. Mong minnilig jólafest varð hildin uppi í Petursborg – sum heimið eisini varð kallað.
Kórið fer til Klaksvíkar at taka upp á plátu
Í mai mánaða 1953 fór Kirkjukórið Ljómur til Klaksvíkar at taka upp á plátu.
Jógvan Gerðalíð í Klaksvík hevði tá stovnað egið plátufelag:
”Grammofonupptøkan v/ Jógvan Gerðalíð”
Elieser Poulsen, sum byrjaði sangkórið har norðuri í Betesda, hevði búð í Vági. Hann
hevði arbeitt á Gørðunum og kendi væl Edith. Helst er tað hann, sum hevur fingið Kirkjukórið Ljóm at koma norður at taka upp. Jógvan Gerðalíð sigur m.a. í meyli
(2. okt. 2008) um Edith:
Hóast hesi mongu árini eru liðin, stendur hon livandi fyri mær. Kanska ikki nettup, hvussu hon sá út, tí tað er kámað, men heldur hennara mynduga medferð. Hon tyktist mær ein stillfarandi, verdug, hábærslig kvinna, og var eg greiður yvir, at hon eisini var ein, ið kundi geva nógv frá sær. Eg kendi beinanvegin, at hon var ein sera virkin kvinna og gekk fult inn fyri tí, hon átók sær… Vit tosaðu um virkið, eg hevði, um at taka upp á plátur. Hon helt, at hetta var eitt gott tiltak – at boða Orðið bæði í talu og sangi. Tað kendist skjótt, at hon ikki bert var ein trúgvandi kvinna, men at hon ynskti
at arbeiða innan kirkju og aðrastaðir og virka á hesum øki.
Eitt sindur av orðadrátti stóðst tó av, um kórið skuldi syngja í Betesda. Tvídráttur og meiningsmunir millum kirkju og brøðrasamkomu kundu tá á døgum vera í harðara lagi…Men, kanska hava tey ikki verið so ósamd kortini. Tí hyggur tú í Grønu Bók hjá Ljómi, so eiga Victor Danielsen og Jákup Dahl, próstur, flestu føroysku sálmarnar og sangirnar. Her kann vera lagt afturat, at konsert varð hildin í Klaksvíkar kirkju, áðrenn leiðin lá suðuraftur.
Noregsferðin
Í 1954 fer Ljómur sína minniligu sangferð til Noregs. Niels fortelur, at Edith og Jákup høvdu havt brævaskifti við fólk í Ytre Arna á Bergensleiðini. Soleiðis kom ferðin í lag.
Hin 21. mai fer Tjaldrið av Vági. Veðrið er frálíkt og kaiin er stúvstappað. Kórið stendur uppi á umborð og syngur, meðan skipið leggur frá landi. Í Kristianssand kom hestavognur at taka sær av viðførinum. Konsertin var í dómkirkjuni, sum var so stór, at Edith av loftinum bara sást sum ein prikkur innar í kóri, sigur Niels, sum 16 ára gamal spældi uppá stóra orglið. Í Stavanger – og ikki minst í dómkirkjuni í Bergen sat Niels á loftinum, gav tónan og hevði orgulfylgispælið. Sjálvsagt var Petter Dass á skránni: ”Harra Guð, títt dýra navn og æra…”. Á heimleiðini fóru tey umvegis Svøríki til Danmarkar. Har vitjaðu tey m.a. Danmarks Statsradiofoni og sungu upp á plátu.
Óteljandi vóru útferðirnar hjá kórinum um sumrarnar, til gongu niðan í hagan, í bili og í báti, báði her í Suðuroynni og norðanfjørðs. (Hanna Lisberg, sum sang við í mong ár, minnist t.d. eina ferðina, tey fóru til Sumbiara í lastbilinum hjá Missinum.)
Edith plagdi at siga við kórið, tá ið tey skuldu taka sær av løttum: ”Sjóðið tykkum saman!”
Og samanhald og trúfesti eyðkendi alt virksemi hjá kórinum.
Allahagannakonsertin í 1959 var hin seinasta, har Edith stjórnaði kórinum.
Í Trúboðanum (nr. 2 februar 1960) skrivaði Johannes Andr. Næs, sum búði í Vági um hetta mundið og var kórinum ein hollur stuðul:
Minnisorð – Edith Dahl til áminningar.
Eftir drúgva sjúkralegu andaðist Edith Dahl 9. januar.
Fyrst tá ið Edith fekk varhugan av, hvussu álvarsama sjúku, hon hevði, fall tað henni óivað tungt at vita, at hon nú skjótt skuldi skiljast frá øllum tí, hon elskaði
her á jørð. Hon hevði stórt heim at fara frá: mann og fimm børn.
Men sum tann kvinna, ið legði alt sítt í Harrans hond, so dugdi hon so væl at fara
frá øllum, at hon við sjúkralegu og deyða sínum kemur at standa sum eitt talandi vitni um hetta: at doyggja í Harranum.
Hon hevði nógv at fara frá báði í heimi sínum, í kirkjuni og í bygd síni sum heild.
Og í øllum hesum livdi hon í Harranum. Tað var gudstrúgv hennara, sum var drívkraftin í øllum tí, hon var við í, meinigheitini og bygdini at gangi. Hon var altíð fús
at gleða og gagna.
Nógv tóm plás standa nú eftir hana. Fyrst av øllum er at nevna heimið, sum hevði
so nógv brúk fyri eini mammu og eini húsmóðir. Men vit kunna eisini nevna virksemi sum t.d. sunnudagsskúlan, Sunnudagsblaðið, limur í meinigheitsráðnum, í
skúlanevndini, í stýrinum fyri K.F.U.K., í húsmøðrafelagnum, í sjómansringinum og
so var hon í fremstu røð, tá ið Kirkjukórið Ljómur í 1939 varð stovnað. Kórið hevur hon leitt sum sangstjóri hesi 20 árini við einum sjáldsomum trúskapi og kærleika.
Hon spardi seg sjálva ongantíð, og allarminst til sangvenjing, sum heim hennara altíð stóð opið fyri. Og heim hennara var altíð opið. Øll vóru vælkomin. Blíðskapur og hjartalag vóru eyðkenni hennara.
Við Ljómi hevur hon gjørt væleydnaðar og vælfagnaðar sangferðir um oyggjarnar. Eisini sera væleydnað og fagnað var sangferðin hjá Ljómi í 1954 til Noregis og Danmarkar. Jú, dugur var í Edith Dahl, og hon átti ídni, sum vit mega undrast á. Hon bregdi ikki burtur úr ætt, dóttir Magnus Dahl, keypmann.
Vit sakna hana stórliga ímillum okkum. Vágsbygd saknar hana. Vit eru blivin eitt stórt og sterkt fólk fátækari.
Minnið um Edith Dahl – hana, sum var so upptikin av tí lívi, hon stóð mitt í, hana, sum var so upptikin av nýggjum hugskotum til at seta í verk í framtíðini – minnið um hana verður okkum nógv størri og dýrari av tí, at vit, sum stóðu henni nær, vóru vitni til, hvussu avbera væl hon kortini dugdi at leggja alt hetta frá sær – alt tað, sum rustur og mølur kunna eta. Mitt í lívsins baksi var hon ferðarbúgvin at fara inn í teir ævigu bústaðir.
Ærað veri minnið um Edith Dahl!
Sunnudagin 30. novembur fara okur at minnast hesa undangongukvinnu við einari minningargudstænastu. Hvør veit, um ikki sangurin ”Nògv fagrari, fríðari...” og aðrir
av teimum góðu, gomlu úr Grønu Bók hjá Ljómi fara at “tóna” undir kirkjuhválvinum
til heiðurs fyri undangongukvinnuna og fyrrverandi kórleiðara okkara, Edith Dahl.
Vegna Kirkjukórið Ljóm
Arnfinnur Thomassen