Edna er fødd og uppvaksin í Nólsoy, dóttir Gunhild og Jákup Joensen, bæði úr Nólsoy. Edna og tey eru átta systkin, tveir beiggjar og seks systrar.
Edna gekk í barnaskúla í Nólsoy, og eftir barnaskúlan fór hon til Havnar, sum so mangur tá ið tíðini í húspláss.
Um kvøldarnar gekk hon í Handilsskúla, og eftir loknan handilskúla var hon eina tíð á skrivstovuni hjá Valdemar Lützen, harnæst gekk leiðin til Danmarkar at arbeiða og á háskúla í Nørre Nissum, áðrenn leiðin gekk heim aftur til Føroyar. Í løtuni arbeiðir Edna á flogvøllinum við reingerð og trygdareftirliti (Security).
Í tey 30 árini ið hon hevur búleikast í Sørvági hevur hon undirvíst í kvøldskúlanum í hondarbeiði, og er hon virkin innan fyri so at siga alt handaligt arbeiði. Tað eru mong pløgg til tann føroyskan búnan, hon hevur gjørt.
Urtagarðsarbeiðið hevur hennara stóra áhuga, og sæst tað aftur í tí avbera vakra urtagarðinum uttan um heim hennara í Sørvági. Edna hevur altíð teknað og havt hug til eisini at mála. Nú gongur hon so á kvøldskúla at læra at mála, og bíðað verður við spenningi upp á, hvat tað kann føra til.
Edna er gift við Finnboga Niclasen av Tvøroyri, og eiga tey trý børn og átta ommu- og abbabørn.
Opið hús verður leygardagin 18. juli í heiminum í Gerðinum 17 í Sørvági frá kl.13 – 20, har øll eru hjartaliga vælkomin.