Fótbóltur
Uttan iva mest umrødda føroyska fótbóltshendingin hesa vikuna mundi vera reyða kortið, sum Jákup Mikkelsen fekk, tá hann og B36 dystaðust við KÍ sunnudagin. Ein avgerð, sum av álvara festi eld í B36-leguna, sum kendi útvísingina vera fullkomuliga burtur úr vón og viti.
Dómarar hava tað greiðu reglu, at teir einki siga um konkretar avgerðir, fyrr enn í minsta lagi 48 tímar eftir dystin. Hesir tímar eru nú lidnir, og í dag sigur Petur Reinert, sum var dómari í Gundadali, at hann er ikki í iva um, at hann tók røttu avgerðina.
- Hendingin kemur, tá Símun Joensen ger eina ógvusliga tackling móti Johan V. Gunnarsson. Eg standi væl fyri og eg floyti hart og týðiliga. Alt fyri eitt taki eg eisini gula kortið úr lummanum, og bæði Símun og hini á vøllinum vita, at hetta kostar spælaranum gult kort.
- Tá eg eri komin yvir til Símun, síggi eg Jákup koma rennandi. Og har eru okkara leiðreglur púrasta greiðar. Kemur ein maður rennandi einar 30 metrar eftir dómaranum, so skal hann so ikki tómhentur avstað. Og samstundis er boðini, at vit at bera skjótt at í slíkum førum, so vit á tann hátt kunnu virka proaktivt. Hetta so sleppast kann undan, at bæði ein, tveir og tríggir spælarar frá báðum liðum brádliga vilja sleppa at gera av, hvussu dømast skal. Eg havi ikki ánilsi av, um Jákup sigur nakað, men eg eri skjótur at geva honum gula kortið, sum eg hevði í hondini, og gevi honum samstundis boð um at sleppa sær aftur í málið.
- Síðani fari eg yvir til Símun, sum bíðar eftir sínum gula korti. Men tá Jákup so vendir aftur móti mær við sínari meining, er nóg mikið. Tá eru kanska 15-20 sekund liðin frá fyrra kortinum, og tá burdi hann verið komin niður á jørðina. Tað var hann so ikki, og tí fall seinna kortið og harvið útvísingin, sigur Petur Reinert.