Eftir vaktarskiftið í Sambandsflokkinum

Oddagrein

 

Í farnu viku atkvøddi ein meiriluti á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum fyri Lisbeth Petersen sum nýggjur formaður. Hon tekur við eftir Edmund Joensen, sum hevur røkt formansstarvið í umleið 10 ár. Vit ynskja Lisbeth tillukku við álitissessinum. Spurningurin er nú, hvat Sambandsflokkurin ætlar at brúka vaktarskiftið til! Fer flokkurin t.d. at markera seg meira og øðrvísi, enn hann hevur gjørtundir Edmundi? Fer flokkurin at ganga nýggjar leiðir í føroyskum politikki? Nú er ov tíðliga at gera niðurstøður, tí fyrst mugu vit síggja, hvat nýggi formaðurin ætlar og kann. Sjálvandi broytist stevnan og politikkurin hjá einum flokki ikki frá degi til dags, tí hann hevur fingið nýggjan formann. Men hinvegin má hetta fara at merkjast so ella so, tí annars var eingin orsøk til at skifta verandi og roynda formannin út.


Tað er eingin loyna, at tað hava verið turbulentar tíðir við Edmundi sum formanni. Tað sóu og hoyrdu vit, tá teir báðir Arge og Heygum vórðu valdir fyri Sambandsflokkin fyri so stutt eftir at taka seg úr flokkinum. Eisini enn ein tingmaður, Atli Hansen, hoyrdi millum teir, sum ikki kláraði upp saman við Edmundi. Edmund Joensen vísti seg kortini alla tíðina at vera tann, sum dróg longsta stráðið. Hesaferð mátti hann lúta. Tað eru helst ymsar meiningar um, hvussu Edmund hevur roynst sum formaður Sambandsfloksins. Flokkurin hevur staðið seg væl í veljarakanningunum. Edmund hevur eisini klárað at markera flokkin, tó at hann ikki hevur endurnýggjað hann nokk. Man kann siga, at sambandsflokkurin undir leiðslu Edmunds hevur roynt at hildið í so fast í teimum gomlu sambandsvirðunum. Og hvat hevur hann ikki hoyrt fyri, at hann sum løgmaður forðaði fyri øllum stigum á sjálvstýrisleið! Um man vil tað ella ikki, kann Sambandsflokkurin fáa týdning eftir komandi val, um so er, at Fólkaflokkurin sær størri møguleikar at reka borgarligan politikk við honum heldur enn við Tjóðveldisflokkinum. Men skal Sambandsflokkurin uppí eina samgongu krevur tað, at nýggi formaðurin vísir seg meira sjálvstýrissinnaða. Megnar hon tað? Torir hon tað? At døma eftir hennara røðum á tingi er hon í so varin og bangin fyri at taka nýggj stig tann vegin.


Eisini Tjóðveldisflokkurin hevur havt landsfund. Hóast flokkurin hevur verið noyddur til at svølgja kamelar, so tykist tað ikki hava nervað undirtøkuna. Men tjóðveldisfólk eiga at vita, at verður flokkurin nógv størri, so kann tað eisini geva honum trupulleikar. Tað verður nevniliga ikki hugaligt hjá hvørki Fólkaflokki ella Javnaðarflokki at skula samstarva við ein ov sterkan Tjóðveldisflokk.