Eftirlýsa nýggja krabbameinsætlan

Eingin broyting var í nevndarsamansetingini tá aðalfundur í farnu viku var í Krabbameinsfelagnum. Fyri vali stóðu Magnus Magnussen, Katrin Kallsberg og Jóhan Poulsen og blivu tey øll afturvald. Eisini tiltakslimirnir Martin Joensen og Elmar Ósa vóru afturvaldir. Tað skrivar felagið á heimasíðu síni.


Nevndin hevur síðan skipað seg og heldur Durita Tausen á sum forkvinna, meðan Sonja Nielsen er næstforkvinna og kassameistari. Restin av nevndini er mannað við Magnus Magnussen, Johan Poulsen og Katrin Kallsberg.


Í formansrøðuni vísti Durita Tausen á, at tað í ár eru níggju ár síðan, at seinasta krabbameinsætlanin varð gjørd fyri Føroyar og eftirlýsti hon eina nýggja ætlan.


- Krabbameinsætlanin fer skjótt at ganga á 10 ári. Tað er høgur aldur fyri eina krabbameinsætlan. Í Krabbameinsfelagnum høvdu vit vónað, at vit í ársfrágreiðingini fyri 2017 kundu skrivað, at nú er skjøtul settur á at gera nýggja krabbameinsætlan. So er tíverri ikki og tað harmar okkum nógv. Landsstýriskvinnan hevur, bæði í talu og skrift, tikið undir við, at tíðin er búgvin, at vit fara undir at gera nýggja krabbameinsætlan, segði forkvinnan og legði aftrat.


- Okkara áheitan er tí, at landsstýriskvinnan vísir tað í verki. Ongantíð ov skjótt.