– Eg blívi ongantíð troytt av hesum sanginum

Tónleikarin í heita stólinum hjá Sosialinum: Guðrið Hansdóttir

Hvørjum lurtar tú mest eftir fyri tíðina? 

 

– Eg var á konsert herfyri hjá bretsku songkvinnuni Beth Gibbons, best kend sum songkona í bólkinum Portishead, og hetta var eitt stórt upplivilsi at hoyra hana, fantastiskt konsert. Hon hevur júst givið eina nýggja solo útgávu út, sum eitur ”Lives Outgrown” og henni havi eg lurtað nógv eftir í síðstuni.

 

Hvørjum lurtaði tú mest eftir fyri sum heilt ung? 

 

– Eg havi rættuliga breiðan tónleikasmag og havi lurtað eftir ymiskum genrum upp í gjøgnum tíðina. Men sum tannáringur lurtaði eg mest eftir rokktónleiki, og mín yndisbólkur var Jethro Tull.

 

Hvønn sang kanst tú hoyra umaftur og umaftur, uttan at blíva troytt av honum?

 

– Uff, har eru nógvir, veit ikki hvønn eg skal velja, men eitt lag, sum eg kann lurta eftir aftur og aftur og ongantíð blívi troytt av, er lagið ”Empty Beach” við amerikanska bólkinum Coco.

 

Er nøkur útgáva, sum tú heldur vera serliga góða?

 

– Aftur ein torførur spurningur, tí har eru so nógvar, men ein av mínum yndisútgávum nakrantíð er ”Long Gone Before Daylight” við the Cardigans.

 

Hvønn sang vildi tú ynskt, tú sjálv hevði gjørt?

 

– ”Wuthering Heights” við Kate Bush.

 

(Sosialurin - spurningarnir eru settir í juni)

 

LES EISINI: – Sum tannáringur fjeppaðist eg mest við amerikanskt glam

 

LES EISINI: – Góðar plátur kunnu samanberast við eina trírættaða matstkrá

 

LES EISINI: – Sum ungur lurtaði eg allarmest eftir Pantera