– Eg brenni fyri sjónvarpi og stórum pallum

– Eg havi eitt drive, sum eg ikki kann halda aftur. Eg verði rastleysur, um eg ikki fari eftir teimum stóru dreymunum, sigur føroyski reality-kongurin í Danmark, Karl Weihe.

Tað sigur hann í samrøðu við Sosialin í dag:

 

Ein atkvøða. Tað var tað einasta, sum manglaði. Ungi sandavágsmaðurin Karl Weihe var so nær við at vinna sjónvarpskappingina Paradise Hotel – men finalan endaði sum eitt stórt vónbrot.

 

 

 

Hann hevði spælt spælið væl og rætt, men hetta var ikki nóg mikið til, at allir hinir luttakararnir vístu honum álit við atkvøðugreiðsluni í finaluni. Hóast vónbrotið var stórt, so hevur Karl Weihe eisini nógv at fegnast um.

 

– Eg eri fyrst og fremst ekstremt stoltur. Eg stóð eftir til síðst og bleiv ongantíð rikin út. Eg spældi eitt komplett spæl saman við mínum partnara frá start til enda, sigur hann.

 

Ein annar føroyingur var eisini við í ársins Paradise Hotel. Tað er Teresa Ovenberg úr Havn.

 

Paradise Hotel gongur fyri seg á einum luksus hotelli í Mexico. Her býr ein bólkur av støkum ungum, sum skulu kappast um at verða verðandi á hotellinum. Fyri ikki at blíva stemmað heim, so deila tey seg upp í pør og samgongur. Í endanum stendur eitt par eftir, sum kann vinna 500.000 krónur.

 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Karl er við í Paradise Hotel. Hann var eisini við í fjør, og í 2024 var hann við í norsku útgávuni. Reality-lívið hjá honum byrjaði tó av álvara í 2022, tá hann luttók í realitysendirøðini Ex on the Beach.

 

Hvussu ber til, at tú vart við aftur í Paradise í ár?

 

– Eg bleiv sum tann einasti spurdur fyri triðu ferð um at koma við aftur, og tað vísir, at eg havi gjørt meg til ein týðandi profil. Tað snýr seg um at undirhalda, gera seg bemerktan og seta sín egna dám á, og tað havi eg megnað, sigur hann.

 

– Eg fór við aftur, tí eg elski Paradise Hotel. Tað er einki, sum gevur sama spenning og adrenalin-kick. Eg elski spælið og eri góður til tað.

 

– Samstundis síggi eg tað eisini sum eina lopfjøl til mítt lív uttanfyri, har eg arbeiði við sjónvarpi, tónleiki og sosialum miðlum. Tað gevur mær møguleikan at liva meira frítt og gera tað, eg veruliga brenni fyri, sigur hann.

 

Lesið meira í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið. Haldarar kunnu lesa blaðið á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##