29 ára gamli landsliðsleikarin, Kjartan Johansen tekur enn eitt tørn við Vendsyssel í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. Í farna kappingarári eydnaðist tað akkurát Vendsyssel at bjarga plássinum í deildini.
Kjartan hevur longt sáttmálan við Vendsyssel til kappingarendan í 2027.
Kjartan, ið hevur spælt hondbólt bæði í Noregi og Svøríki sigur við heimasíðu felagsins, at hann trívist sera væl í Vendsyssel. Tað er serliga samstarvið á vøllinum við ein leikara, ið eitur Magnus Rasmussen sum Kjartan fegnast um.
Kjartan er í skrivstovulæru hjá Smyril Line í Hirtshals, og hann býr í Aalborg, har tvær systrar og fleiri aðrir strandingar búgva. Tí stórtrívist hann í arbeiðnum, á bústaðnum og í Elitesport Vendsyssel. Hann sigur við heimasíðu felagsins, at hann umhugsaði at flyta heimaftur til Føroya aftaná tíðina í Lemvig-Thyborøn, men hevur nú broytt hugsan.
##med2##












