In.fo hevur sett nøkrum kendum og minni kendum fólkum spurningar um jólini og um, hvussu árið annars hevur verið. Eisini hava vit spurt, um fólk hava sett sær okkurt fyri til árið, sum stundar til.
Vit fara at endurgeva hesi svar í dag og um jólini annars.
Spurdur, um hann keypir jólagávur, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, at hann keypir nakrar, men tað er konan, sum keypir tær flestu.
Hvat var besta upplivingin (størsta hendingin) hjá tær í 2018?
- Eg, Jákup og Kim høvdu eina framførslu í vár, sum nærum 11.000 fólk komu at hyggja at. Vit spældu tvær ferðir um dagin fyri fullum húsum. Frammanundan bóru vit ótta fyri, at Pipar & Salt kanska er farið um síðsta søludag, so tað var øgiliga stuttligt at uppliva, at undirtøkan er nærum líka stór, sum hon var, tá vit vóru ungir.
Sjúrður Skaale visir á, at tað ikki minst var stuttligt, at ung fólk, sum als ikki vóru fødd, tá teir vóru mest frammi, komu at hyggja – og at tey tóktust kenna Pipar & Salt “familjuna”.
- Í summar súkklaði eg við Rynkeby ti París. Eg hevði ikki havt stundir at vant so nógv, sum eg skuldi, men tað gekk kortini fínt. Og túrurin var heilt framúr. Bakandi sól hvønn einasta dag, meðan vit súkklaðu niður gjøgnum Evropa, og her vóru nógv ymisk, fitt og stuttlig fólk í ferðalagnum. Eftir súkklutúrin helt eg frí í París í nakrar deiligar dagar við familjuni.
Sjúrður Skaale sigur, at í starvinum á Christiansborg hevur hann gjøgnum árið – í samstarvi við nógv fólk – fingið eina røð av smáum og stórum úrslitum, sum hann eisini er sera fegin um.
Um keðiligar upplivingar í árinum, sum fer, sigur fólkatingslimurin, at okkurt óvæntað deyðsfall er komið dátt við í árinum.
Hevur tú sett tær onkur mál fyri 2019?
- Ja. Fyri nøkrum árum síðan gekk eg nógv í fjøllunum. Tað er, haldi eg, eitt tað besta, sum er fyri bæði likam og sál. Men, farnu árini havi eg ikki funnið tíðina til tað. Eitt av málunum fyri 2019 er, at eg skal leggja soleiðis til rættis, at pláss verður fyri nógvum fjallatúrum, sigur Sjúrður Skaale.