Eg eri klárur

Helgi L. Petersen ivast ikki, tá vit spyrja, um hann nú hevði tikið av einum landsliðskjansi

 

landsliðsprát


- Verði eg úttikin, so komið eg við landsliðnum.

Somikið greiður var Helgi L. Petersen, tá vit eftir dystin móti B36 spurdu hann spurningin, sum hjálparvenjarin hjá landsliðnum óbeinleðis setti í greinini omanfyri.

Hann greiðir frá, at avboðini hjá sær komu fyri einum tveimum til trimum árum síðani, tá hann júst var farin undir lesna.

- Eg vildi ikki taka ov nógv frá lesnaðinum, og gav tí avboð. Nú er støðan tó ein onnur, og fái eg boð, so ivist eg ikki í, at eg taki av.

Tað hevur eisini ljóðað, at landsliðsvenjarin hevur prátað við Helga, men sjálvir sigur leikarin, at hetta var meira óformligt.

- Vit hittust í B36-húsinum, tá B36 og HB spældi hálvfinaluna í steypakappingini. Hann kom so yvir og prátaði við meg, men tað var so ikki um nakra úttøku ella líknandi. Bara spurdi, hvussu støðan var og soleiðis, sigur Helgi.

Hvussu er og ikki, so tykist skaðastøðan á landsliðnum og núverandi spælið hjá Helga at borga fyri, at runavíkingurin verður úttikin til komandi uppgávurnar, og sum hann sigur sjálvur, so tekur hann av, um so verður.


Pól Ivasamur

Ein av spælarunum, sum møguliga ikki verður við til komandi landsdystirnar, er Pól Thorsetinsson, sum noyddist skaddur av vøllinum sunnudagin.

- Eg havi ongantíð havt eina fipurspreinging, so eg veit ikki, hvussu tað kennist. Hinvegin er greitt, at okkurt hendi í lærinum, tá eg sparkaði út í tóma luft, sigur Pól Thorsteinsson.

Hann dugdi eftir dystin als ikki siga, hvussu álvarsligur skaðin var, men hann vónaði sjálvandi at vera tøkur, tá B36 hósdagin skal spæla seinnu hálvfinaluna í steypakappingini.