?Eg gjørdist skakkur og trúði tí ikki

Hetta sigur tann fyrikomandi 83 ára gamli runavíkingurin, Jústines Hansen, sum fríggjakvøldið vann 100.000 krónur í V4-spæli útvarpsins

John Johannessen


? Tá ið útvarpið kunngjørdi vinnararnar og dóttir mín gjørdi meg varugan við, at eg hevði vunnið, tá trúði eg als ikki uppá tað. Tað var ikki fyrr enn ein onnur av døtrum mínum eisini kom at kanna seðilin, at eg veruliga fataði, at eg hevði vunnið.

Hetta segði tann næstan 83 ára gamli runavíkingurin, ið vanliga verður róptur »Yddi«, tá ið Sosialurin spurdi hann, hvussu tað kendist at frætta, at hann varð vorðin 100.000 kr. ríkari.


Stórar jólagávur

Yddi sigur, at tey átta børnini, ið hann eigur, kunnu vænta sær at fáa stórar jólagávur í ár. Yddi hevur onga skuld. Hann bygdi húsini í 1948 og rindaði tey beinanvegin. Peniningin fyri tey hevði hann spart sær saman, tá ið hann silgdi undir krígnum.

Tað, at »Yddi« sigldi undir krígnum ger, at hann fær krígspensión. Tískil líðir hann onga neyð, og ætlar tí at geva familjuni ein bita burturav peningaupphæddini.


Altíð keypt V4

? Eg havi hvørja viku í mong ár keypt mær ein V4-seðil, og einaferð fyrr hevur tað eydnast mær at vunnið. Tá vann eg ein eykavinning á 1.000 kr., sigur »Yddi«.

? 13. desember fylli eg 83 ár, so vinningurin kann næstan metast sum ein góð føðingardagsgáva.

Spurdur um tann vinnandi V4-seðilin var ein av tí gamla slagnum ella ein snarseðil, svarar »Yddi«.

? Seðilin var ein snarseðil. Eg eri farin at keypa snarseðlar av tí, at eg ristist so illa á hondini, og tískil ikki so væl fái skriva tølini í rútarnar á teimum gomlu V4-seðlunum.

Jústines tekur at enda skemtiliga til, at tá ið hann fór á posthúsið við seðlinum, fekk hann at vita at mong høvdu verið har við seðlum, ið vóru fá tøl við síðuna av.

? Men tey kundu einki gera, tað var eg, ið hevði rætta talið.