Júst sum bygnaðarbroytingarnar og tað, at Landsverkfrøðingurin verður lagdur undir Strandferðsluna leikar á sum harðast, fær landsstýrismaðuri í vinnumálum enn ein trupulleika at berjast við.
Í danska ferðavinnublaðnum »Nordic Travel Journal» er prát við Finnboga Arge, har hann upplýsir at Atlantic skal privatiserast. Privatfólk skulu fáa høvi at keypa partabrøv í felagnum og tann møguleikan skulu útlendsk flogfeløg eisini fáa. Hann heldur eisini, at tað hevði verið gagnligt um Atlantic, SAS og Smyril Line vóru felags um flogferðluna til og úr Føroyum, tí bert frí kapping gevur rætta flogseðlaprisin.
Sjálvur sigur Finnbogi Arge, at hann ikki eigur eitt orð í greinini, sum er skeiv úr enda í annan.
Preben Jack Petersen, blaðstjóri á Nordic, sigur við Sosialin, at hann einki hevur frætt frá Finnboga Arge um at greinin ikki var í lagi.
Hann hevur ikki tikið samrøðuna upp á band, men gjørdi bert notatir, tá hann tosaði við landsstýrismannin.
? Eg havi gjørt nógvar samrøður við Finnboga Arge, og geri honum altíð tann beina, at eg sendi honum handritið til góðkenningar, áðrenn tað verður prentað í blaðnum. Tað gjørdi eg eisini hesaferð. Landsstýrismaðurin kravdi nakrar rættingar, og tær havi eg gjørt, sigur Preben Jack.
Keðilig søga
? Hvat sigur tú til, at landsstýrismaðurin ikki kennir orðini aftur í greinini?
? Tað er ein keðilig søga, men eg havi fingið skrivligu rættingarnar frá Vinnumálastýrinum, og havi tikið tær til eftirtektar.
? Eg veit ikki, hvat landsstyrismaðurin ikki kennir aftur. Hann sigur m.a., at sum limur í Fólkaflokkinum er hann fyri privatiseringum, og kemur við nøkrum uppskotum, sum kanska meira er teori enn praksis, men eg veit sum sagt ikki, hvat Finnbogi Arge er ónøgdur við, tí hann hevur ikki vent sær til mín, sigur Preben Jack Petersen.