Frá 5 – 8 mai, var tiltakið Cph. litt., Copehagen litterature festival hildið á triðja sinni í Keypmannahavn. Føroyar vóru umboðaðar av rithøvundanum Jóanesi Nielsen og av filmslistakvinnuni, Katrini Ottarsdóttir.
Tað var upplagt, at júst tey bæði umboðaðu Føroyar. Jóanes er nýliga umsettur til danskt, eftir ein fimtan ára langan støðg, og eisini av tí, at hann fyri stuttum var avmyndaður í filminum hjá Katrini, Sporini vaksa úr orðum, sum var frumframførdur í Føroyum og í Danmark fyrst í árinum. Filmurin hjá Katrini er ein mynd av rithøvundinum, kommunistinum og erkaføroyinginum, Jóanes Nielsen, ið er føddur í Tórshavn í 1953. Filmurin er ein roynd hjá filmsskaparanum at lýsa yrkjaran, ið hevur orðið so vælsignað í sínum valdi. - At fara afturum facaduna og at kanna tær mekanismur, ið dríva mannin til at skapa.
Jóanes verður av Oddfríða Marner Rasmussen kallaður Føroya tjóðarskald. Eitt heiti, ið ikki er heilt skeivt, tí Jóanes er bæði heima og uttanlands ein ótrúliga vælumtóktur og virdur høvundi, bæði innan skaldsøgu - og yrkingagenruna. Hetta hóast evnini hann viðger í skaldsøgum, leikum og yrkingum, skera sum rakibløð. - Evnini eru politisk-eksistentiel og ítaluseta tað, vit helst ikki vilja síggja, hoyra ella vita um.
Jóanes kallar seg føroyskan sjómann, fiskara og arbeiðsmann og haravtrat yrkjara síðan 1978. Skaldskapurin hjá honum verður ofta lýstur sum beinleiðis og ráur, men samstundis sum sera vakur, romantiskur, lítiðlátin, rørandi og ektaður. Jóanes er tann føroyingurin, ið oftast er innstillaður til Nordisk Råds Litteraturpris. Fýra ferðir í alt, seinast í 2004 fyri yrkingasavnið, Brúgvar av svongum orðum.
Hugtikin
Tað eru ikki bert føroyingar, ið eru hugtiknir av verkunum hjá Jóanesi Nielsen.
Í blaðnum, Bogmagasinet, sum forlagið Arnold Busk gevur út, skrivar Flemming Andersen m.a. í greinini, Fjeldene brænder, at ein av teim bestu nútímans føroysku rithøvundunum er Jóanes Nielsen. Hin er Tóroddur Poulsen (1957). At tað eru menn sum teir, ið lyfta arvin eftir Williami Heinesen, og at teir gera tað við bravour. Í mun til Tórodd, hevur Jóanes Nielsen ikki verið umsettur til danskt seinastu tíggju árini. Ikki fyrr enn nýliga byrjaða forlagið Tórgarð, ið Hugin Eide rekur, tók yvir, har forlagið Vindrose slepti fyri góðum fimtan árum síðan, og umsetti og gav út skaldsøguna Glansbilætasamlararnir í 2008 og yrkingasavnið Brúgvar av svongum orðum í 2010, hevur danski lesarin aftur haft møguleika at lesa verk eftir Jóanesi. Hetta hevur sambært Andersen verið nakað hann hevur glett seg til leingi, og hann kallar verkini hjá Jóanesi smá meistaraverk í norðurlendskum bókmentum, - eisini tá sammett verður við teir stórstu rithøvundarnar. Hann skrivar, at verkini halda á einum altjóða støði, og at tey uttan trupulleikar kunnu lesast av einum lesara, ið aldri hevur sett síni bein á føroyska jørð. Við ørðum orðum: Verkini hjá Jóanesi vera av Andersen mett at vera eksistentiel á einum alheims støði, og eru nógv meir enn heimstaðarbókmentir, meir enn endurminningar til føroyingar og til fólk við tilknýti til landið.
Á bókmentafestivalinum var Jóanes á skránni fýra ferðir: Fríggjakvøldið 7 mai las hann upp á Kgl. Bókasavninum, svarta gimsteininum, saman við donsku rithøvundunum, Ursulu Andkjær Olsen og Piu Tafdrup. Seinni sama kvøldið var hann á palli í samrøðu saman við íslendska rithøvundanum, Einari Már Guðmundssyni. Leygarmorgunin var filmurin hjá Katrini Ottarsdóttir um Jóanes sýndur í Grand Teatret mitt í Keypmannahavn. Eftir filmin var samrøða við Jóanes og Katrina, har Tore Leifer frá kulturnyt á P1/Dr, var moderator. Jóanes endaði sína turné í Keypmannahavn í samrøðu við Jens Kodal í Húsinum á Magstræde. Eftir filmin í Grand, legði Tore Leifer út við at siga frá, at Jóanes var føddur sama ár sum Stalin doyði, eitt ár eftir Einar Már Gudmundsson og tvey ár fyri íslendska høvundan, Eirik Kárason. – Leifer segði m.a, at hann persónliga metti, at hetta var stórsta ættarliðið av norðurlendskum høvundum.
Spurdur, hvat Jónanes heldur um hetta svarar hann, at tað hann metir, teir hava í felag, er tónleikurin, ið kom við Rolling Stones og Beatles.
- Eg kendi sjálvsagt verkini hjá teimum, men annars havi eg ikki havt nakað samband við teir. - Eg helt altíð, at Einar Már og teir høvdu stykni til tí politisku rørsluna eg hoyrdi til, men eg síggji nú, at Einar Már hevur yvirhála tey flestu í sínum ættaliði við nýggjastu kraftfullu politisku bókini hjá sær, Hvíta bókin. Eg síggji eisini líkheitir millum skaldsøguna hjá Einari Már, Alheimsins einglar og leikin hjá mær, Eitur nakað land weekend?, ið bæði snúgva seg um sálarliga sjúk. - Mínar fyrimyndir innan skaldsøgur eru eldri, enn mínir norðurlendsku javnaldrar. Tað eru flottir fýrar sum Dostojevski og yvirhøvur høvundar, ið livdu fyri hundrað til hálvtannaðhundrað árum síðani. – Sjálvsagt eisini teir nýggju eksistentialistisku høvundarnir, og ikki minst teir, sum sprottu úr kommunisktisku rørsluni. Á ein hátt eru tað høvundar frá tveimum og trimum ættarliðum síðan, ið hava kveikt meg mest. - Ikki minst surrealistarnir, eftir teir vóru komnir yvir barnasjúkurnar sum automatskriftina osfr.
Nú eru tínar bøkur aftur at lesa á donskum, og filmurin hjá Katrin um teg hevur fingið góða og nógva umrøðu. Hvønn týðning hevur hetta fyri teg?
- Eg havi avgjørt fingið góð skoðsmál. Tey, ið dáma filmin koma yvir og siga tað við meg, men fólk hava ikki slitið trappurnar hjá okkum fyri at siga, at tey halda at hetta er eitt framúr verk. - Men tað er soleiðis tað er, tá tú fæst við list í Føroyum. Tað er so avmarkað, og tú fær ikki tey nógvu ummælini í miðlunum. Høvuðsparturin av ummælunum tú fær, eru tey tú fær frá fólki tú møtir á gøtuni, í veitslu ella tilvildarliga. Á henda hátt virkar eitt slag av underground ummælara - og kritikaravirksemi í Føroyum. - Ein fílist ofta á, at ummælarar eru so fáir og avmarkaðir í Føroyum, men í veruleikanum finst ein kritikaraskari, sum ikki brúkar tað skrivaða, men tað talaða orðið. Eitt slag av samrøðu sum ferðast ígjógnum býin. Hetta fyrbrigdið haldi eg er rættuliga áhugavert, tí hervið skapar tú nakrar siðvenjur, og hetta er ein siðvenja, sum hóskar til ein bý sum Havnina og eitt land sum Føroyar. – Eg veit ikki, um høvundar, ið skriva og virka í teim størri londunum fáa størri feedback, enn vit høvundar í Føroyum gera. – Eg trúgvi harafturímóti at einsemið hjá listafólki í Svøríki, Onglandi og Danmark er eins stórt og einsemi hjá listafólkinum í Føroyum. Ikki tí at einsemið er negativt løtt, als ikki, men heldur tengt at tí sannføring, at tað at fáast við list er eitt einsligt arbeiði. - Tú velir nógv frá, men hinvegin so fært tú eisini so nógv aftur. - Øgiliga nógv. Til spurningin um tað hevur tyðning fyri høvundar og fyri bókmentirnar at hava ein kritikarastand er tí torført at svara uppá. - Ofta eru ummælararnir og ummælini so vánalig, og kritikararnir hava inntikið bókmentir í sínum yngri áurm, og hava fingið sær eitt ideologiskt fundament at standa á. Eg veit ikki, hvussu hesir klára at broyta seg til alt tað nýggja, og um teir í veruleikanum eru eitt so stórt vælsignilsi fyri bókmentirnar? – Viðhvørt ivist eg í tí. - Um man hugsar um eina føðiketu, so eru nøkur viðurskifti, ið gera seg galdandi: Ein hevur tørv á einum sjónleikarhúsi, eini prentsmiðu, sum prentar bøkurnar, og so sjálvsagt fyrst og fremst hevur ein tørv á sjónleikarum, høvundum, tónleikarum og listafólki sum heild. Og so longur niðri; niðri millum rækjurnar og kombikkini eru í nógvum førum ummælararanir og kritikararnir. Tí óansæð, hvat teir siga, so verður skapað. - Sjálvandi eru nógv listafólk eisini ummælarar í Føroyum. Hetta er ein avleiðing av, at tað ikki eru so nógv í Føroyum, ið fáast við list. Ofta heldur man at føroyskir ummælarar eru bondskir, men tað eru teir ikki, um tú flytir teir til onnur lond, har ummælarar kunnu vera beinleiðis harðrendir.
Hvussu kenst tað, um tú ikki fær afturmeldingar á tey verkini, tú hevur lagt so stóra orku í at skriva?
- Tá ein er øgiliga inniligur í eini bók, og hevur lagt stórt arbeiði og orku í hana, hevur man eina kenslu av, at tá bókin er komin út, so fer alt at broytast eitt sindur. Men tað er sjálvandi ein illusión, tí hetta avdúkar bara, hvussu fokuseraður man er uppá sítt arbeiði. - Tí verðin uttanfyri er umleið akkurát tann sama, sum hon var frammanundan.
- Eg havi eisini skriva til leikpall, og hetta er sera áhugavert. - Knappliga verða ræddir og rørslur lagdar á orðini, og tey fáa eina heilt aðra dimensión. Tað hevur glett meg ótrúliga nógv at arbeitt við sjónleiki, tí í hesi listagreinini er man nógv meira inkluderandi. - Við yrkingum, situr man meir fyri seg sjálvan og eingin blandar seg. Tú situr einsamallur og vendir og dragar hvørjum orðið. - Við leikinum inkluderar tú knappliga leikarar, tónleikarar, scenografar. Eitt veldugt apperatur verður sett í gongd orsaka av hesum handritinum.
Hvussu kenst tað at síggja tínar yrkingarnar á øðrum máli?
- Tað var ein ávísur áhugi í tí eg skrivaði í Danmark, tá Erik Vagn Jensen livdi og rak forlagið Vindrose. Uppá ein máta líkjist tað, tey skrivaðu tá um míni verk, teim ummælunum eg fái nú, fimtan ár seinni. Síðan var knappliga tøgn í eini fimtan ár, - man var líkasum ikki til. Nú er so aftur eitt sprell, og fólk halda, at eg eri ein áhugaverdur yrkjari og skaldsøguhøvundi, og at filmurin er spennandi. Men tað er alt so óforútsigiligt. - Ein veit ongantíð hvussu tað verður um fimm ár. Men eg vil siga, at við fólki sum, Povl Skårup, sum umsetti Glansbílætasamlararnir, ein framúrskarandi týðing, og umsetingarnar hjá Ebbu Hentze hava merkt, at eg eri vælsignaður við ótrúliga góðum umsetarum. Tann fjarstøðan eg onkuntíð kann kenna til donsku útgávurnar kemst tí helst av, at eg ikki havi danskt so tætt inn at mær sum føroyska málið. Onkuntíð kann eg halda, at okkurt orð ella setningur skuldi haft eitt sindur meir bluss ella verið eitt sindur tempereraður. - Tað eg skrivi sprettur úr føroyskum jarðilidi, men tað, ið rørir ein føroying, er umleið tað sama, sum rørir ein dana ella ein polakk. - So ymisk eru vit ikki sum menniskju, og eg kann tí væl fylgja Einari Már tá hann sigur, at tað er ongin munur á at vera nationalur, internationalur og globalur. Á henda hátt meti eg, at onnur fólkasløg eisini kunnu fáa gleði av tí eg skrivi sum føroyingur.
Er tað týðningamikið fyri teg at umboða Føroyar uttanlands? Ert tú á eini missión?
- Magnus Dam Jacobsen skrivar í bókini Í Grønlandi við Kongshavn, at hann umborð á Kongshavn ikki bert umboðaði seg sjálvan. – Hann umboðaði Havnina, hann umboðaði C. Pløyensgøtu nummar 13, mammu og pápa sín, familjuna av Kamarinum. Soleiðis er tað, tá tú fer uttanlands sum høvundi. Tú umboðar ikki bert teg sjálvan. Tað hugsar man um sum føroyingur. Um metropolbúgvar hugsa tað sama, ella um teir bert umboða sjálvan seg, veit eg ikki. Men føroyingar hava tað við sær, at teir hugsa um at vera umboðandi fyri sítt land. Hetta haldi eg er gott, og høvundarnir og listafólkini hava á henda hátt eina funktión sum óalmennir sendimenn og kvinnur. Men hetta er ein partur av virkseminum, serliga tá verkini vera týdd til onnur mál. – Hvørt ár fái eg áheitanir frá útlendskum skúlaflokkum um at koma heim til mín á vitjan, og tosa við meg um mítt virki. So tað finnst eitt óalment virksemið, sum listafólk hava, har tey umboða sítt land. – Og sjálvsagt oftast fyri tað góða. - Hinvegin, hvat er at umboða tað góða mótvegis tí ringa? Man leggur væl fram tað besta man eigur, og diskar ikki upp við botninum. - Tá drotningin kemur til Føroyar vísir man tað vakra, og ikki eina skitna kjallaraíbúð!
Tað er eitt sindur av áhuga rundanum mínar bøkur nú uttanlands?
- Glansbílætasamlararnir og Brúgvar av svongum orðum fáa øgiliga flott viðmæli. - Um hetta fer at útvikla seg nakran veg, er ringt at siga, men viðhvørt hugsar man um, at Føroyar ikki hava haft eina altjóða succes við bókmentum síðan William Heinesen. Ongin føroyskur rithøvundi hevur sprotið ígjógnum úti í verðini og tað er rættuliga løgið. - Vit eru stødd í Danmark nú, og bert av handahógvi kann man nevna tíggju, tjúgu, ja hundrað danskar rithøvundar, sum hava siigið ígjógnum í altjóða høpi. Men ongin føroyingur síðan William. Nú mínar bøkur aftur eru umsettar til danskt og norskt, og eisini td. Ó eftir Carl Johan Jensen hava fingið framúrskarandi ummæli uttanlanda, hevði tað verið áhugavert um tað eyðnaðist føroyskum bókmentum at sligið ígjógnum internationalt. - Slíkar tankar hugsar man, tá man hevur fingið góð ummæli td. í Danmark. Eg havi kanska eitt “orsaka eg eri til” syndrom, sum møguliga er hyklariskt. - Man vil jú ikki trýsta seg framat. Tá tað er undanvindur, hevur man lyndi til at sláa bremsurnar í, tí man óttast, at í morgin er lotið dovna. Kanska torir man bara ikki at trúgva uppá, at tað knappliga fer at ganga so øgiliga gott? – Eg vildi so fegin skriva okkurt, sum nærmast var ein kókibók. - Eina bók sum var hent at fara til, og sum sjálvsagt eisini hevði eksistentiellan týðning. Eina bók við yrkingum sum kom út í eini millión eintøkum. Eina bók sum fólk høvdu tørv á, - eina bók, sum sálin hevði tørv á. – Kraftfull orð, yndilsig orð, ákærur. - Eitt gjøgnumbrot sum hetta droymi eg um.