– Eg lurtaði eftir øllum frá Selena Gomez til Teitur Lassen

Tónleikarin í heita stólinum hjá Sosialinum: Marianna Winther Nagata

Mynd: Odysseas Chloridis

Hvørjum lurtar tú mest eftir fyri tíðina?

 

– Nógvum ymiskum, men seinastu mánaðirnar havi eg lurtað serliga nógv eftir trimum artistum, sum eita Rachel Chinouriri, Leith Ross og Victoria Canal.

 

Hvørjum lurtaði tú mest eftir fyri sum heilt ung?

 

– Uha, tað er alt frá Katy Perry, Selena Gomez og Jonas Brothers til America, Bee Gees og Teitur Lassen.

 

Hvønn sang kanst tú hoyra umaftur og umaftur, uttan at blíva troytt av honum?

 

– America við lagnum "Ventura Highway".

 

Er nøkur útgáva, sum tú heldur vera serliga góða?

 

– Beint nú lurti eg mest eftir fýra heildarútgávum: "What A Devastating Turn of Events" (Rachel Chinouriri), "damn, look at the view !" (Martin Luke Brown), "The Rise and Fall of a Midwest Princess" (Chappel Roan) og "HIT ME HARD AND SOFT" (Billie Eilish).

 

Hvønn sang vildi tú ynskt, tú sjálv hevði gjørt?

 

- "walking on air" hjá Martin Luke Brown ella "(You) On My Arm" hjá Leith Ross.

 

LES EISINI: – Sum tannáringur fjeppaðist eg mest við amerikanskt glam

 

LES EISINI: – Góðar plátur kunnu samanberast við eina trírættaða matstkrá

 

LES EISINI: – Eg blívi ongantíð troytt av hesum sanginum

 

LES EISINI: – Sum ungur lurtaði eg allarmest eftir Pantera

 

LES EISINI: – "Lonesome Town" er ein tann besti skrivaði sangurin

 

(Sosialurin - spurningarnir eru settir í juni)

 

Mynd: Odysseas Chloridis