- Eg eri nú einaferð, sum eg eri. Vanliga eri eg sera róligur, men eg brenni jú eisini fyri nøkrum tingum – millum annað hondbólti – og tá kann eg øsa meg.
Jan Ottosen, hondbóltsvenjari
***
–Tað, sum tú gert, er ein stórur partur av tínum persóni. Eg vildi í øllum førum gjarna hitt tað listafólkið, sum sigur, at listin hjá viðkomandi ikki er persónlig. So tú sýnir í veruleikanum nakað av tær sjálvum fram, so fólk kunnu meta um tað, og tað er ikki bara-bara.
Silja Strøm, listarkvinna
***
- Tað ber ikki til at steðga pedofili, tí tað er ógjørligt at broyta tað, sum okkum menniskjum dámar seksuelt. Ístaðin eiga vit at finna útav, hvussu vit forða misbrúki av børnum og hjálpa teimum, ið hava verið fyri barnamisbrúki.
Bjørt Lind, sálarfrøðingur
***
- Føroyingar eru nemmasta og fittasta fólkaslag at hava við at gera.
Oluffa Hansen, ið gevst sum flogterna
***
- Tað, sum eg ynski í mínum lívi restina av lívinum, er, at eg vera glaður, og eg verði glaður av at spæla tónleik
Rocksangarin Bobby Kimball
***
- Føroysku kvinnurnar skulu tora betur at siga tað, tær hugsa, og gera tað, tær vilja. Alt ov ofta tora konufólk ov illa at skilja seg úr mongdini og eru nærum ósjónligar.
Siri Sørensen, nýggjur blaðstjóri á lívstílsblaðum Kvinna
***
- Eg varð kroystur upp í ein krók í skúlagarðinum av hinum børnunum, sum stóðu í ein runding og hugdu eftir mær. Eg var jú hesin lítli, klæni asiatin við teimum skeivu eygunum, svarta hárinum og brúnu húðini, og tað var ikki nakað, ið klaksvíksbørn vóru von við.
Christian Nagata, stjóri á Nema, um at verða øðrvísi barn í Føroyum
***
- Eg eri upplærd at liva fyri kakur, vit skulu gera okkum stóran ómak við øllum okkara vørum, og tað er næstan soleiðis, at eg havi kenslur fyri kakunum.
Olevina Sundsskarð, kondittari á Andersen Bakery í Keypmannahavn
***
- Fleiri ferðir umhugsaði eg at gevast, men tað virkaði bara for lætt at geva skarvin yvir. Í dag eri eg errin av at vera komin so langt.
Frida Poulsen, sniðgevi í Milano, sum nú hevur egið klædnamerki
***
- Eg havi mangan sannað, at ofta eru hørð orð betur ósagd. Tá ið eg var blaðstjóri, dugdi eg illa at síggja eitt bananskal í eygnakrókinum uttan at fara eitt fet til viks og traðka á tað. Og aftaná mátti eg so biða um umbering.
Óli Breckmann
***
- Tað fyrsta, eg geri um morgunin, er at vita, um veðrið passar við tað, eg havi lovað fólki. Onkuntíð passa forsagnirnar ikki, men tá kann eg ikki gera annað enn yppa øksl. Veðrið fái eg ikki gjørt nakað við
Petur Skeel Jacobsen, 88 ára gamli veðurfrøðingurin hjá Miðlahúsinum
***
- Vit reika ímillum fremmand mál í stovuni allar teir mongu tímarnar, sjónvarpið er tendrað. Meðan vit slurka kaffi og eta ræstan fisk og spæla við børnini, fer okkurt fremmant mál ígjøgnum oyruni. Tað málið skal ikki inn í okkara stavrað. Tað er allastaðni, men har inn sleppur tað ikki.
Jonhard Mikkelsen, Málráðslimur
***
- Telefonin er í lummanum ella á borðinum framman fyri okkum so at siga allan dagin. Hetta gevur okkum sjálvsagt nógvar hentar fyrimunir, men spurningurin er eisini, um vit ikki eisini eiga at steðga á av og á og spyrja, um tað veruliga er neyðugt at kanna Facebook fimta hvønn minutt.
Høgni Reistrup, tónleikari