Nógv fólk var samankomið til hesa løtuna, bæði ung, tilkomin og eldri.
Mikkjal dugdi at siga tað, og á ellisárum yrkti hann soleiðis:
Nú eri eg stirvin og gamal maður
tó mangan verður mín hugur glaður,
tá eg minnist ta farnu tíð,
sum vit hava livað og strevast í
her á okkara fjøllum og vøllum.
Tað, sum gleðir meg mest av øllum,
fremst nú millum mong minnir góð,
er framgongan, sum várt mál og vár tjóð
á okkara ævi hevur notið,
upp undan køvandi fonn seg brotið.
Tey sum koyra gjøgnum Miðvág, eiga at steðga á eina løtu við standmyndina - skoða hana og fáa meiri at vita um hetta mikla skald okkara.