Hans Jákup Garðalíð, sum vanliga hevur ábyrgdina av kantinuni á Læraraskúlanum varð biðin um at taka sær av matinum til tónleikararnar á Múrinum.
- Eg fekk boð um at gera 167 verðar. Men tað endaði við, at eg gjørdi langt yvir 200. Og tað var sera góður matur og nógv gott at drekka, sigur Hans Jákup Garðalíð, við Sosialin.
Stórur smeitur
Rokningin til fyriskipararnar var beint niðanfyri 100.000 krónur. Men hann hevur onki sæð til hendan pening, og missurin hevur verið ein stórur smeitur fyri fyritøkuna.
- Tað gongur ikki altíð, sum prestur prædikar, sigur Hans Jákup Garðalíð.
- Men vit megna hóast alt at reisa okkum aftur, roknar hann við.
Líkar festivalar
Hann hevur sera nógv góð minni frá festivalum, har hann hevur borðreitt. Og hóast tað ikki endaði so gott, ætlar hann sær avgjørt ikki at nokta, verður hann biðin aftur.
- Eg minnist serliga, tá eg gjørdi mat til Smokie á ”Summarfestivalinum”. Teir vildu ikki reisa seg frá borðinum og eg havi altso á samvitskuni, at teir vórðu 45 minuttir ov seinir út á pallin, fortelur hann.
Ovfarin av stuðlinum
Hans Jákup Garðalíð, er ovfarin av stuðlinum hann hevur fingið frá tónleikarunum, sum við framførðsluni sunnukvøldið vilja siga manga takk fyri frálíka matin, teir fingu borðreiddan í Roykstovuni í Kirkjubø.
Hans Jákup Garðalíð ætlar sær at lurta eftir konsertini sunnukvøldið í Reinsarínum, men leggur aftrat, at hann nokk verður nakað smæðin.
Hesir tónleikarirnir fara á pall sunnukvøldið í Reinsarínum
200
Hallur Joensen
FAROE5
Sic
Guðrið Hansdóttir
Boys In A Band
MC-Hár, The Ghost
Lady Fire
Martin Joensen