Kristian Joensen í Klaksvík er Grand Prix fjeppari og fylgir væl við kappingini. Honum dámar væl hugnan, sum hann setur í samband við Eurovision kvøldini.
- Eg minnist Eurovision aftur frá fyrst í 80unum og eg seti tað í sambandi við góðan fólksligan, og serliga væl minnist eg, tá Herrey's vunnu í 1984. Tað var ein sovorðin hugni yvir Grand Prix kvøldunum, og eg seti tey í samband við livandi ljós, okkurt gott at eta og so ta spennandi tónleikakappingina, sigur Kristian Joensen.
- Eurovision finalurnar tá vóru nógv hugnaligari, enn tær eru í dag, tí tá spældi eitt flott symfoniorkestur tónleikin, og í dag er alt innspælt áðrenn, og tað einasta, ið er live, eru røddirnar.
- Tað árið, tá ið Lordi vann, hevði eg hug at gráta, og kappingin broyttist til tað verri eftir tað. Nú byrjar Grand Prixið at líkjast sær sjálvum aftur, fleiri av londunum velja eisini at syngja á teirra móðirmáli, og tað er ein serlig sjarma við tí.
- Rákið er eisini, at londini taka kappingina seriøst aftur, og til dømis hevur Bretland sent Bonnie Tyler, Holland Anouk og Týskland Cascada. Norðurlond hava eisini seriøsar undankappingar og senda altíð virðilig umboð avstað.
Kristian Joensen er væl fyrireikaður til finaluna í Eurovision, sum verður í kvøld.
- Í dag eru møguleikarnir við internetinum rættiliga stórir og eg havi hesaferð sæð fleiri av undankappingunum, og allir sangirnir, sum eru við í Svøríki, eru tráspældir í mínum heimi. Tað er næstan so, at eg eri troyttir av teimum, áðrenn finalan byrjar. Men enn eri eg ikki troyttur av danska og russiska sanginum, og vónandi vinnur annar teirra - helst móðir Danmark, sigur Kristian Joensen.