Eg skal ikki geva nøkur boð um sammøður

Jenis av Rana sigur, at heldur løgmaður nakað annað, fara teir at tosa sama

– Eg haldi ikki, at tað eri eg, sum skal geva biskupi boðini. Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í kirkjumálum.

 

Sum vit skrivaðu í áðni, er ósemjan um, hvønn rætt sammøður hava til at navngeva børn, ikki loyst enn. Landsstýrismaðurin, sum umsitir navnalógina, og sum sostatt eisini ger av, hvussu lógin skal tulkast hevur annars tikið støðu. Og hansara støða er, at sammøður hava sama rætt, sum øll onnur foreldur. Tað merkir at børn kunnu fáa navnið á sammóður síni.

 

Løgmaður sigur, at hann tekur sum givið, at hesi boðini verða fylgd. Men tann rættin hava sammøður ikki fingið enn, tí biskupur vil ikki broyta mannagongd fyrr enn hann fær boð frá sínum myndugleika, sum er landsstýrisfólkið í Kirkjumálum.

 

Les meiri her:  Enn lurta tey ikki eftir boðum frá løgmanni

 

Og tey boðini hevur Jenis av Rana ikki givin enn. Hann heldur nevniliga ikki, at tað er hansara borð at geva nøkur boð. Hann sigur, at tey lótu tað upp í hendurnar á Umhvørvisstovuni at tulka málið. Umhvørvisstovan umsitur navnalógina og tey hava tikið eina støðu. Og tann støðan er, at børn kunnu ikki fáa navnið á sammóður síni fyrr enn navnalógin er broytt.

 

– Tað er ein niðurstøða, eg eri nøgdur við, og sum eg eru samdur í, sigur Jenis av Rana. Men hann sigur, at so kom ein fyrispurningur í Løgtinginum og tá kemur tað fram, at landsstýrismaðurin, sum umsitur navnalógina, er ósamdur við myndugleikan, sum umsitur navnalógina fyri hann.

 

Spurningurin er um landið skal stjórnast eftir fyrispurningum á Løgtinginum, heldur enn eftir lógini, sigur Jenis av Rana.

 

 Hann leggur afturat, at kirkjan hevur fingið boð frá landsstýrismanninum, sum hevur tulkingarrættin og tí heldur hann ikki, at tað áliggur honum at geva boð eisini. Hann sigur, at tað er ikki hann, sum førir kirkjubókina, so hann heldur ikki, at hetta er hansara borð.

 

Men hann sigur, at heldur løgmaður nakað annað, mugu tey hyggja upp á tað, so so fer hann at tosa við løgmann um tað. Eru boðini, biskupur longu hevur fingið, ikki nøktandi, er tað ein nýggj støða, sum má takast upp. Hann vil ikki siga, hvat hann fer at gera, um so er, at løgmaður áleggur honum at geva biskupi boð um at broyta kirkjubókina so, at børn kunnu fáa eftirnavnið á sammóður síni. Biður løgmaður meg geva kirkjuni hasi boðini, má eg hava fund við løgmann fyrst, sigur Jenis av Rana.