? Eg skilji púrt einki av tí, sum sjúkrasystrafelagið ger nú, sigur Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri.
Orsøkin er, eftir hansara egnu útsøgn, at hann, upp á tveir dagar, hevur fingið tvey brøv frá sjúkrasystrafelagnum, sum tala heilt hvør sítt mál.
? Mánadagin sendu tey okkum eitt bræv, har tey siga, at fáa tey ikki samráðingar beinanvegin, so fara tær í verkfall saman við hinum feløgunum. Vit vendu okkum til teirra beinanvegin við boðunum um, at tær bara skuldu siga okkum frá nær tær vildu hava samráðingarnar. Og í dag fái eg so eitt bræv, sum sigur, at tær vilja ikki samráðast kortini. Eg skilji púrt einki av hesum, sigur Karsten Hansen.
Hvat er tað, sum tú ikki skilir?
? Millum annað tað, at sjúkrasystrarnar eftir at tær hava fingið samráðingarboð, nú knappliga blankt avvísa at samráðast kortini. Tær krevja, at sáttmálin við Stravsmannafelagið skal upp á pláss fyrst, og tað kann bara verða tí at tær ætla at brúka tann sáttmálan í sínum samráðingum, sigur fíggjarmálaráðharrin.
Misskilt sína upgávu
Karsten Hansen vísir á, at hann heldur framferðina hjá sjúkrasystrunum verða heilt burturvið.
? Tær biðja um samráðingar, tí teirra sáttmáli er gingin út, annars fara tær í verkfall. Tær fáa samráðingar, men siga nei, tí Starvsmannafelagið ikki er avgreitt og hótta kortini við at fara til samráðingar, tí at teirra sáttmáli er gingin út. Hetta hongur ikki saman. Nevndin í Sjúkrasystrafelagnum blandar tvey ting saman, sum einki hava við hvørt annað at gera. Fyri mær sær tað út til, at tær vilja í verkfall, so tær kunnu stuðla Starvsmannafelagnum.
Starvsmannafelagið hevur lykilin
Men er tað so møguleiki fyri, at tað verða samráðingar millum Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið áðrenn freistina klokkan 18?
? Tað dugi eg ikki at siga. Semingsmenninir eru teir, sum avgerða um farið verður til samráðingarborði. Teir hava higartil mett, at tað ikki er nøkur orsøk til at byrja samráðingarnar aftur enn, tí hava teir ikki innkallað partarnar. Vit hava sagt, at vit eru til reiðar at fara til samráðingar aftur, so tað er upp til Starvsmannafelagið nær samráðingarnar byrja.
Men tit vilja ikki ganga undir treytirnar hjá Starvsmannafelagnum um ikki at flyta lønir og pensjónir?
? Nei, tað vilja vit ikki. Eg havi, sum fíggjarmálaráðharri ábyrgd av øllum fíggjarliga økinum, og tað er mín ábyrgd um ein pensjónistur í Hesti ikki fær pensjónina útgoldna. Limirnir í Starvsmannafelagnum fáa løn kortini - tað fáa pensjónistarnir ikki. Starvsmannafelagið má minnast til, at teir eru ikki einsamallir á vøllinum. Men tað sær út til at tað er nevndin í Starvsmannafelagnum líkaglað við.
Avvístu seming
Karsten Hansen váttar at hann hevur tosað við Sjúkrasystrafelagið um at fáa semingsmann uppí, men at tær avvístu.
? Sjúkrasytrafelagið svaraði, at tær eru ikki umfataðar av lógini frá 1928 um mekling og at tær tí ikki vildu velja semingsmann. Eisini tað haldi eg verða óheppið, tí vildu tær tað, so kundu vit fingið gongd á tað semingsarbeiðið, sum eftir øllum at døma er steðga upp. Vit hava bara ikki fingið boðini um, at Sjúkrasystrafelagið hevur vrakað fyribilssáttmálan, sum tær undirskirvaðu við okkum. Vit sleppa ikki inn at lesa postin, sigur Karsten Hansen at enda.