VIDEO: Alfred hevur búð í Leirvík men heldur við KÍ

(Video) Síggj og hoyr samrøðuna FSF-varpið hevði við KÍ-fjepparan, Alfred Eliasen

Mynd: FSF

FSF skrivar:

 

Sjálvt um hann hevur búð í Leirvík í nógv ár, so er eingin ivi: Alfred Eliasen heldur við KÍ, og vónar at Løgmanssteypið fer at koma aftur til Klaksvíkar

 


Seinnapartin mikudagin var FSF Varpið ein túr norðuri á Stongunumo í Klaksvík, har menn egndu og gjørt klárt at fara nýggjan túr.

 

Ein teirra, sum rokaðist á bryggjukantinum var reiðarin á útróðrarbátinum Beinta, Alfred Eliasen.

 

Alfred er klaksvíkingur við stórum K, og sjálvt um hann ein stóran part av lívinum hevur búleikast í Leirvík, er hann KÍ’ari um ein háls.

 

HER ber til at síggja og hoyra samrøðuna hjá FSF-varpinum:

 

##med2##

 

Mynd: FSF