- Eg tími ikki

Champions League: Eg tími ikki, at hetta er mín síðsti dystur í Evropa

Champions League: - Eg tími ikki, at hetta er mín síðsti dystur í Evropa. Tað sigur 36 ára gamli Jákup á Borg, ið vil gera alt hann kann fyri at sleppa víðari í Champions League í kvøld. B36 spælir returdystin móti maltesiska Valletta FC, sum vann fyrra dystin 1-0, í kvøld.

 

Hoyr samrøðuna við Jákup á Borg á Rás2 í dag eftir tíðindini klokkan 17

 

- Eg blívi ikki yngri við árunum og tí er tað ein spurningur, um eg fái ein møguleika afturat í Evropa. Eg tími ikki, at hetta verður mín seinasti dystur í Evropa. Eg vil hava tveir afturat, sigur Jákup á Borg, ið er óvanliga spentur at sleppa í B36 troyggjuna.

 

Jákup á Borg hevur ongantíð vunnið seg víðari í Evropa.

 

- Tað eru longu tveir ella tríggir dagar síðani, at eg byrjaði at fáa summarfuglar í búkin, tí hetta er ein øgiliga stórur dystur fyri okkum, og eg síggi at vit hava ein møguleika. Ikki minst fyri meg sjálvan, sum ongantíð havi spælt meg víðari í Evropa, sigur liðskiparin hjá B36.

 

Virðing til eitt vist

Jákup á Borg ásannar, at hann onkuntíð hevur havt ov nógva virðing fyri mótstøðuspælarunum, bara tí teir tosa útlendskt. Hann og B36 hava virðing fyri Valletta, men alt við máta.

 

- Vit skulu ansa eftir ikki at hava ov nógva virðing fyri spælarum, bara tí teir tosa eitt annað mál. Vit skulu tora at verða á vøllinum og verða ein partur av loysnini. Vit mugu ikki standa eftir við at hava spælt alibi og tapt, umframt at vita at vit kundu havt gjørt tað betri, sigur Jákup á Borg, ið tosar frá egnum royndum, har hann heldur seg hava havt ov stóra virðing fyri útlendskari mótstøðu á bæði landsliðnum og í Evropa.

 

Les eisini: Lukasz helst við frá byrjan

 

- Eg sigi ikki, at vit ikki spæla okkum víðari í kvøld, men eg eri vísur í at vit gera alt tað vit kunnu og tora at vera á vøllinum, sigur Jákup á Borg.

 

Champions League dysturin millum B36 og Valletta FC verður á ovara vølli í Gundadali í kvøld klokkan 18. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum.