Høgni Mohr vann nýggju Lesaravirðislønina, sum bókasøvnini í Føroyum nú fara at lata árliga.
Virðislønin er sett á stovn til tess at seta sjóneyku á føroyskar bøkur, sum á hvørjum ári verða mest læntar og lisnar runt um á teimum føroysku bókasøvnunum, men eisini fyri at geva lesarunum eina rødd og høvi at virðisløna og fagna teimum bókum, sum hava verið ársins mest læntu bøkur.
Tríggjar bøkur vóru – við grundarlagi í útlánshagtølum hjá øllum føroysku fólkabókasøvnunum umframt hagtøl hjá Landsbókasavninum – tilnevndar til virðislønina. Bøkurnar vóru "Saga JAM” eftir Høgna Mohr, ”Summarið varar ikki alt árið longur” eftir Katrin Ottarsdóttir og ”Tám” eftir Jón Thorsteinsson. Eftir atkvøðugreiðslu var ”Saga JAM” kosin vinnari.
Bókin er ævisøgulig skaldsøga um Jan Allan Müller og var umstrídd, tá ið hon kom út, men áhugin fyri at lesa bókina hevur verið sera stórur.
Seinnapartin í dag var Lesaravirðislønin handað Høgna Mohr á samkomu á Klaksvíkar bókasavni. Virðislønin var 30.000 krónur.
##med2##
Høgni Mohr takkaði fyri heiðurin, sum hann helt kom úr einum góðum stað. Í takkartaluni segði hann:
– "Tá ið ein bók og eitt høvd bresta saman, og tað ekkóar í, er tað ikki altíð orsakað av bókini." Tað hugsaði eg, tá ið tað breyt eitt sindur í føroyska hylinum, eftir at "Saga JAM" var komin út. Men eg trúði alla tíðina upp á bókina, sum summi søgdu vera ein misháttan dunnuunga.
– Nú standa vit so her við virðisløn og blómutyssi. Og virðislønin kemur úr einum góðum stað. Frá lesarum. Eg eri glaður og eyðmjúkur. Men eg eri ikki maður at fáa heiðurslønir av hesum slagi. Í dag eri eg bara ein drongur, ið hevur fingið ta viðurkenning, sum hann hevur manglað.
– Góðu tit: Tað var hart at skriva hesa bókina. Tað tók langa tíð. Kulturpredikantarnir høvdu harðliga at nýútkomna verkinum ella royndu at tiga tað burtur. Men teir fóru skeivir. Og fyri at sitera Arthur Schopenhauer aftur: "Um ein apa hyggur í ein spegil, kann hon ikki síggja ein apostul."
##med3##