- Tá Rógvi Joensen fór til skips sum 15 ára gamal, tók hann eina avgerð, sum fekk stórar avleiðingar. Men, lukkutíð upplivdi hann, at Várharra ongantíð hevði gloymt hann. Hansara sterki vitnisburður hevur verið at hoyrt í "Studio Direkte" í Noregi í kvøld.
Soleiðis skrivar heimasíðan - www.visjonnorge.com - og her verður eisini greitt eitt sindur frá lívinum hjá føroyinginum. Sendingin var á TV Visjon Norge og byrjaði klokkan 20, lokala tíð.
Rógvi sigur frá einum góðum uppvøkstri í einum kristnum heimi í Føroyum.
Her vóru allar fyritreytir fyri einum góðum lívi við Jesusi. Bíbliulesnaður, bøn og møtir vóru partur av gerandisdegnum. Men, tá hann sum 15 ára gamal fór til skips, broyttist alt.
- Eg byrjaði at drekka stutt eftir, at eg var farin til skips. Kortini megnaði eg at fullføra eina 3-ára útbúgving sum skipsførari, tá eg var 22 ára gamal. Tá eg var 24, bleiv eg giftur og fekk trý børn, sigur hann.
Hóast ungi føroyingurin hevði fingið bæði útbúgving og familju, og alt kundi sæð lovandi út, megnaði Rógvi Joensen ikki at leggja alkoholbrúkið á hillina. Tá hann var komin í 30-árini, gjørdust rúsdrekkatrupulleikarnir enn størri.
- Sum 37 ára gamal drakk eg næstan hvønn einasta dag, og nú var eg eisini byrjaður at taka tablettir fyri at halda rúsin viðlíka.
At enda gjørdust trupulleikarnir hjá honum so stórir, at hann varð lagdur inn á sjúkrahús við alkoholeitran. Sjálvur heldur Rógvi, at støðan tá var so ring, at hann var deyðanum nær.
Men, tá hendi nakað í lívinum hjá honum.
- Eg fekk forbøn og gjørdist bæði grøddur fyri eitranina, eins og hugurin at drekka hvarv.
Stóra broytingin í lívinum hjá Rógva Joensen gjørdi, at hann fekk eitt brennandi ynski um at boða evangeliið um Jesus, og árini 2007 til 2015 ferðaðist hann sum trúboðari kring um í Føroyum, Danmark og Íslandi.
- Seinastu árini hevur Rógvi Joensen siglt við donskum fiskiskip og er framvegis ein aktivur kristin í samkomuni, Betesda í Klaksvík, skrivar www.visjonnorge.com í dag.