- Tað vóru nøkur løgin viðurskifti, sum gjørdu, at eg visti, eg noyddist at fáa handan mannin uppá avstand. Men tað vildi hann slett ikki góðtaka.
Í 18 mánaðir var 44 ára gamla havnarkvinnan, Eyðdis í Dali, offur fyri tráelting av einum manni, sum hon møtti á internetinum og í eitt styttri tíðarskeið hevði fjasast við. Tá hon fór frá honum, handfór hann hetta við at ringja og skriva til hennara og halda eyga við henni, har hon fór.
- Tá eg ein morgun fari til arbeiðis við súkkluni, hyggi eg aftur um meg. So síggi eg, at hann súkklar aftanfyri meg. Eg royni at lata sum einki, greiðir Eyðdis í Dali frá.
Morgnarnir aftaná hyggur hon seg fjálturstungin aftur um øksluna, og har er hann aftur tveir teir næstu morgnarnar. Triðja morgunin er hann ikki har. Men tá hon skal heim frá arbeiði sær hon, at súkklan stendur punkterað.
Eftir eitt drúgt tíðarskeið á 18 mánaðir við sálarligum ágangi hevur hon nú skrivað eina bók um sínar upplivingar.
- Hann gekk ofta uttanfyri mína íbúð og hugdi upp til mín frá bilinum. Eg vildi bara vekk frá hasari íbúðini, fortelur hon.
Les alla samrøðuna við Eyðdis í Dali í Vikuskiftis Sosialinum, har hon setir orð á tíðarskeiðið við eltaranum, og har hon fortelur um nýggju bók hennara, sum kemur út 31. august.