"Eg havi alla tíðina ivast í um nýggi Smyril kundi fara at verða eitt líka stórt frambrot fyri Suðuroynna, sum tá Jógvan Arge á sinni sang um Smyril hjá Finnboga og Atla. Tá fór man frá, at skula lossa 5-6 bilar umborð, til at kunna rulla 100 bilar umborð á Mortan Mols. Hetta frambrotið var ófatiligt fyri oynna og fólkið har livur.
Nú eg havi sæð hetta eiggiliga farið, sum nýggi Smyril er, so veit eg, at her er eisini talan um eitt stórt frambrot." sigur løgmaður.
Solidt handverk
Jóannes Eidesgaard var í Spania, tá Smyril var doyptur her fyri. Her slapp hann at síggja skipið: "Spaniólar eru gomul sjófarandi tjóð, og sjálvt um eg ikki eri handverkari, so síggi eg, at her er talan um fólk, ið duga at smíða skip. Her er einki pappverk, hetta er solidt handverk, sum tykist gjøgnumført. Eg varð satt at siga ovfarin" greiður hann frá.
"Vit hava fyrr bygt skip á hasum leiðum, kanska ikki í Spania men í Portugal. Eg kann nevna Vágbing, Ólav Halga og Leiv Øssurson, og hetta vóru væla skip. Stutt frá har nýggi Smyril er bygdur, fór Columbus við Santa Mariu, og eg vóni, at eins og Columbus fann eina nýggja verð, so letur nýggi Smyril møguleikar upp fyri Suðuroynni, og berir henni menning." sigur løgmaður, og heldur fram: "Smyril ella Smyrlarnir eru vorðnir partur av samleikanum hjá suðuroyingum. Skipini eru vegurin har alt sum skal til og av oynni fer. Smyril hevur silgt til og úr Suðuroynni í 110 ár. Fyrst og fremst til Havnar, men eisini av landinum. Smyril er vorðin ímyndin av útlongsli hjá Suðuroyingum.
Smyril er ikki loysnin
Men er Smyril loysnin á teimum nógvu trupulleikunum í Suðuroynni við arbeiðsloysi og lækkandi fólkatali? "Nei tað er hann ikki. Trupulleikarnir sum útjaðarin hevur, ikki bert hjá okkum, men eisini í grannalondunum, eru nógv størri enn so. Nýggi Smyril ger umstøðurnar betur, men hann kann ikki loysa trupulleikarnar, ikki um hann silgdi í døgndrift", heldur Jóannes Eidesgaard.
Suðuroyggin hevði stóran trivnað, tá tímalønta arbeiðið av attraktivt, og hjá teimum, ið minnast tí tíðina er hetta kanska serliga ringt at góðtaka. Men tímalønt arbeiði er ikki líka lokkandi, sum fyrr.
Fyri eitt ungt fólk, sum hevur nomið sær útbúgving, er einki í Suðuroynni. Hetta ger, at okkara vælútbúna fólk ikki kemur aftur í oynna.
Verkfall hoyrir til
Jóannes Eidesgaard heldur, at talan er um lagnunnar speisemi, at nú ein nýggjur Smyril kemur, so er verkfall. Tí tá tann seinsati Smyril kom, var tað stóra útróðrarverkfallið hjá Adolf Hansen. Jóannes var júst komin til landið, og hevði tí ikki innlit í hvussu arbeiðssteðgurin fór at spæla av.