- Eg verði forsetavalevnið fyri mín flokk.
Hillary Clinton, eitt av tveimum valevnum til at gerast forsetavalevnið hjá demokratiska flokkinum, var ikki í iva, tá hon í gjár tosaði við CNN. Tað er eingin kjansur í hennara eygum, at hon ikki verður valevnið hjá Demokratunum.
- Sum so, so er tað longu avgjørt. Tað er eingin kjansur, at eg ikki verði valevnið, sló hon rimmar fast í samrøðuni.
Ikki bara er Hillary Clinton fullvís í, at hon verður næsta valevnið hjá Demokratunum, men heitti hon eisini á kappingarneytan, Bernie Sanders, um at geva skarvin yvir og standa saman í at sameina flokkin, so at tey kunnu sigra á Donald Trump, ið er Republikanska valevnið.
- Hann segði ein annan dagin, at hann vil gera alt í sínari makt at vinna á Donald Trump. Hann segði, at hann vildi arbeiða alla sjey dagarnar í vikuni. Eg vænti, at hann heldur orð. Eg haldi at hóttanin, ið Donald Trump er móti okkara landi, fólkaræði og búskapi, er so dramatisk, at eg vænti at Sanders, senatorur, heldur orð.
Hillary Clinton vildi kortini ikki svara, tá hon varð spurd, um tað er ein møguleiki at bjóða Bernie Sanders starvið sum varaforseti. Í staðin tosaði hon heldur um tað, ið sameinir hana og Bernie Sanders.
- Tað, ið sameinir okkum, er Donald Trump. Eg haldi hann er tað, ið dregur okkum saman, segði Hillary Clinton við CNN.
Hillary Clinton hevur alla orsøk at vera bjartskygd, tí um ikki okkurt heilt óvanligt hendir, so er lítil og eingin ivi um, at Hillary Clinton verður næsta forsetavalevni hjá Demokratunum.
Eitt demokratiskt valevni tørvar 2383 umboð fyri at tryggja sær meirilutan, og harvið sessin sum forsetavalevni. Higartil hevur Hillary Clinton tryggja sær 2297 umboð, og manglar harvið einans 86 umboð, meðan Bernie Sanders hevur1527 umboð, og manglar sostatt 856 umboð.