Nú hava vit fingið pengar. Og tað var tað, vit vildu hava.
Men nær nakað hendir, er ilt at siga.
Vágatingmenn vilja ikki seta tíðarfreist á, nær arbeiðið uppá undirsjóvartunnil skal byrja.
Hesar seinastu mánaðirnar hava tingmenn í Vágum sett politiska stýrið í Føroyum í veg fyri at fáa fast samband um Vestmannasund.
Tí hóast vágatingmenn í samgonguni eru fyri undirsjóvartunli, eru tað nógv onnur í samgonguni sum halda, at fyri samfelagsbúskapin er tað skeivt at gera tunnilin nú.
M.a. heldur meginparturin av sambandsflokkinum, við sjálvum løgmanni á odda, at tíðin er ikki búgvin til so stóra íløgu nú.
Kreppan í samgonguni endaði við eini neyðsemju um, at 20 milliónir verða settar í grunn til arbeiðið.
Tað tulkaði Jóannes Eidesgaard formaður í Javnaðarflokkinum í Sosialinum í gjár sum eina salomonska semju, sum ger báðar partar nøgdar, báði teir, sum vilja hava tunnil og tey, sum ikki taka undir við tí nú.
Vágatingmenn kunnu fara í valstríð at føra fram, at pengar eru settir í grunn til endamálið. Og tey, sum eru ímóti at gera tunnil nú, hava vissu fyri, at onki hendir enn á sinni Tí fyrst skal lóg gerast fyri grunnin, og tað málsøkið umsitur løgmaður, og hann skal nokk syrgja fyri at súlta málið.
Hann helt eisini, at tað fara nógv ár at ganga, verður ikki størri ferð sett á inngjaldingar í grunnin enn nakrar milliónir um árið. Jóannes Eidesgaard helt, at ætlaði samgongan veruliga undir arbeiðið, vóru pengarnir settir beinleiðis á fíggjarlógina, eins og gjørt var í 1988, tá ið byrjað varð uppá arbeiðið, hóast tað skjótt varð steðgað aftur.
Ongin tíðarfreist
Vit hava spurt teir báðar vágatingmenninar, sum skoraðu harðast á fyri at fáa undirsjóvartunnilin, um nøkur tíðarfreist er sett á fyri, nær arbeiðið skal byrja.
Men báði Jørgin Niclasen, og Suni Jacobsen siga, at tað er tað ikki.
Og hvørgin kann lova, at nakað hendir fyri løgtings valið, sum verður í vár, ella í seinasta lagi í summar.
Suni Jacobsen sigur, at tað er ein góður spurningur, nær nakað hendir.
Tað liggur í hondunum á landsstýrismanninum, sum umsitur málið og tað er løgmaður.
Men løgmaður hevur alment sagt, at tíðin er ikki búgvin at gera undirsjóvartunnil nú?
Ja, men tað er ongin sum forðar honum í at gera tað fyrireikandi arbeiði og ta lóggávu, sum skal til.
Hann heldur, at tað hevði verið undarligt at sett fram krøv um eina ávísa tíðarfreist, beint nú pengarnir eru avsettir og fyrrenn tað er staðfest, at málið gongur ov seint.
Og hóast onki hendir enn, hava vit vunnið eitt sindur - nevniliga 20 milliónir.
Hann heldur eisini, at tað tænir ongum endamáliðat royna at grugga málið politiskt.
Heldur ikki Jørgin Niclasen vil áseta nakra tíðarfreist.
Eg rokni við, at arbeitt verður við málinum. Men tað er so nógv at fáa uppá pláss, at eg vænti ikki, at tað verður greitt at bora fyrrenn eftir valið, sigur hann.
Hann sigur, at fyrst skal ein lóg gerast fyri grunnin. Síðani skal grunnurin mannast, og so skulu vit semjast um, hvønn málsetning grunnurin skal hava.Vit skulu finna fram til, hvussu nógv skal fíggjast uttanum landskassan. Fíggingin skal finnast, vit skulu finna fram til, um landsverkfrøðingurin skal gera arbeiði hóast hann ikki kann tryggja fastan prís uttan landskassaveðhald, ella um arbeiðið skal bjóðast út til eitt felag, sum kann tryggja ein fastan prís.
Kann seinka málið
Jørgin Niclasen roknar tí ikki, at tað verður klárt at bora fyri valið.
Hann roknar við vali í vár, og fyri tað væntar hann ikki, at stundir verða at gera tað stóra við málið.
Men eg vóni kortini, at tað verður klárt at bora einaferð í heyst, sigur Jørgin Niclasen.
Nú hevur løgmaður fingið málið at umsita. Og tað er ongin loyna,at hann er ímóti at gera undirsjóvartunnil nú. Er hetta ikki bara uppá kvamsvís, so tit kunnu verja tykkum fyri veljarunum í Vágum?
Sjálvandi kann løgmaður súltað málið eitt sindur, er tað tað, hann vil. Men eg gangi út frá, at hann er sinnaður at fremja løgtingsins vilja og fer í holt við arbeiði.
Jørgin Niclasen sigur, at tað, sum vágatingmenn kravdu, var, at pengar vórðu settir av til endamálið.
Og tað blivu pengar settir av til endamálið.
Báði Suni Jacobsen oig Jørgin Niclasen siga, at orsøkin til, at teir vórðu settir í grunn, er, at so kunnu teir ikki rørast, uttan til undirsjóvartunnil.
20 milliónir eru settar í grunnin. 10 milliónir eru frá 1997. Vórðu tær ikki settir í grunn, fullu teir aftur til landskassan 1. januar í ár, og so mistu vit teir til undirsjóvartunnil.
Hinar 10 milliónir í grunninum eru av fíggjarlógini fyri í ár. Vórðu teir ikki settar í grunn, fullu tær eisini aftur til landskassan 1. januar komandi ár, eydnast tað løgmanni at forhála málið til tá, so at pengarnir ikki verða brúktir.
Tí er tað nógv tryggari fyri okkum, at pengarnir vórðu settir í grunn, heldur enn á fíggjarlóg, siga teir báðir løgtingsmenninir . Nú hava vit vart fyri, at ein politiskur mótstøðumaður ikki sleppur at sabotera málið, leggja teir afturat.
Tað átti ein fyrrverandi fíggjarmálaráðharri at vita, skoytir JørginNiclasen uppí.
Ein sambandstrupulleiki
Annars er Jørgin Niclasen ónøgdur við, hvussu málsøkini hjá Sámali Peturi í Grund, vórðu býtt ímillum hinar landsstýrismenninar.
Tað hevði púra náttúrligt, at Eilif Samuelsen, sum umsitur mentamálastýrið, fekk mentamál. Men tey fekk vinnumálaráðharrin, Ivan Johannesen
Hinvegin fekk vinnumálaráðharrin, Ivan Johannesen øll samskiftismál, uttan samferðsluna, sum løgmaður tók.
Tvs, at nú hava tey ymsu stýrini fingið ábyrgd fyri fleiri landsstýrismonnum.
Umsitingarliga er tað ikki serliga klókt.
Men tað er eisini púra greitt í stríð við bygnaðarbroytingarnar, sum løgmaður hevur hildið rimmar fast um - til nú.
Men hetta er ikki okkara trupulleiki.
Fyri mær at síggja er hetta ein avleiðing av eini álitiskreppu í sambandsflokkinum, sigur Jørgin Niclasen.