Vit kunnu vænta tilkomnari dómarar til altjóða dystirnar hjá føroysku landsliðnum í hondbólti framyvir.
Á fundi hjá aðalnevndini í evropeiska hondbóltssambandinum, EHF fyri stuttum var samtykt, at aldursmarkið fyri dómarar til evropeiskar dystir hjá felagsliðum og hjá landsliðum skal hækka úr 50 árum upp í 55 ár.
Altjóða hondbóltssambandið samtykti somu broyting í apríl í ár. Í heimsins bestu hondbóltsligu, týsku bundesliguni er einki aldursmark fyri dómararnar. Tó skulu teir klára kropsligu testirnar, ið krevjast fyri at døma dystir í bundesliguni. So har er tað kropsstøðan og ikki aldurin, ið ger av um tilkomnir dómarar sleppa at halda fram at døma í heimsins bestu hondbóltsligu.