Eiði er reinasta bygd í Føroyum

Dómsnevndin, sum funnið hevur fram til reinastu og best hildnu bygd í Føroyum í ár, kunngjørdi úrslitið í Norðurlandahúsinum mikukvøldið. Úrslitið varð, at Eiði er best røkta bygd í landinum

Eiði er best røkta bygd í Føroyum í 1999.

Tað var úrslitið, dómsnevndin kom til, eftir at hava ferðast um landið og mett um tær bygdir, sum høvdu boðið seg fram til hetta heitið.

Nummar tvey gjørdist Æðuvík, og nummar trý er Kvívik.

Gunnleyg Durhuus, sum er formaður í dómsnevndini, segði í grundgeving síni fyri valinum, at:


Eiði skarar heilt týðuligt framúr. Har er sera nossligt. Eiði hevur í fleiri ár gjørt eitt miðvíst arbeiði fyri at røkja bygdina við miðvísari planlegging.

Kloakkskipanin verður førd út á streymasjógv.

Alt órudd er burtur av havnarlagnum.

Fara væl um søguligar bygningar, varðveita gamlar gøtur rætt.

Skipa fyri ymsum tiltøkum fyri ferðavinnuna. Hotell, tjaldingarpláss, gongutúrar niðan á Slættaratind o.a. Fiskitúrar o.a.

Gunnleyg Durhuus legði aftrat, at hon veit um fólk á Eiði, sum hvønn dag ganga og taka órudd upp.


Um Æðuvík, sum varð nummar tvey, verður sagt í grundgevingini:

Sera reint og ruddiligt.

Fríðka um í bygdini við vegkantar o.a.

Eru í gongd við at leggja kloakkir út á sjógv.

Minnisvarði er settur upp, teimum fyrstu niðursetufólkunum til minnis.


Nummar trý gjørdist Kvívík. Um Kvívík verður sagt í grundgevingini:

Vælskipað, vøkur og hugnalig bygd.

Væl røkt privathús og garðar, traðir og havnarlag.

Søgulig virði verður væl farið um.


Serstakt fyri allar tríggjar bygdirnar, sum vórðu heiðraðar er, at har er gjørt eitt stórt arbeiði fyri at fáa eina vælrøkta bygd. Bæði av kommunalum myndugleikum og einstaklingum.

Umframt heiðurin at vera Føroya reinasta og best hildna bygd, fekk Eiðis Kommuna eisini ein kekk áljóðandi 30.000 krónur frá Føroya Sparikassa. Og eitt vegskilti at seta oman fyri bygdina. Skrivað á føroyskum og enskum. So eingin skal vera í iva.

Tað var Knút Vesturdal, formaður í Teknisku Nevnd, sum tók í móti kekki og blómutyssi. Umframt fær Eiði eitt listaverk. Ein glasfugl á eini høgari stong, sum Tróndur Patursson hevur gjørt.

Eisini Æðuvík og Kvívík fingu viðurkenning.

Fyri Æðuvík tók Jákup Lamhauge, býráðsformaður í Runavík, ímóti. Æðuvík hoyrir til Runavíkar Kommunu.

Og Kvívík umboðaði bygdarráðsformaðurin, Ari Johannesen.


Hugnaløta í Havn

Avgerðin hjá dómsnevndini varð kunngjørd á hugnaløtu, sum Ferðaráð Føroya skipaði fyri í Norðurlandahúsinum mikukvøldið.

Fitt av fólki var samankomið í Klingruni. Sum vera man vóru bygdarráðslimir frá teimum bygdum, sum vóru við í kappingini, møttir.

Tí talan var bert um bygdir, sum høvdu boðið seg til. Eingin býur ella býlingur var við hesaferð, segði Hjørdis Zachariassen, virkandi stjóri á Ferðaráðnum, tá hon beyð vælkomin.

Á skránni vóru annars tónleikur og hugleiðingar.


Fátækur lesnaður

Teirra millum, sum hildu røðu í Norðurlandahúsinum, var eisini Eyðun Eltør, landsstýrismaður í umhvørvismálum.

Hann segði, at hann fer at seta ein arbeiðsbólk, sum skal arbeiða við føroyskum umhvørvispolitikki.

Tað, sum er at lesa um umhvørvispolitikk í Føroyum, segði Eyðun Eltør, stendur í samgonguskjalinum.

»Og tað er fátækur lesnaður«, segði hann.

So landsstýrismaðurin vónaði, at kanska kunnu vit um eini tvey ár siga, at vit hava ein almennan umhvørvispolitikk.


Hetta gevur ábyrgd

Hans Jákup í Kollsbyrgi, bygdarráðsformaður á Eiði, segði eftir handanina, at hetta gevur ábyrgd.

Og hann legði dent á, at hetta má ikki vera nakað, sum fær bygdarfólkið at sovna. Nú má haldast á í sama anda, segði hann.

Og bygdarráðsformaðurin á Eiði væntar, at hvørt mansbarn í bygdini fer at gera sítt til, at til ber at fáa reint vatn og sleppa av við tað skitna, sum hann málbar seg.

Eitt ynski hevur hann fram um onnur. Og tað er, at eitt sindur meira verður gjørt við at ruskíløtini. Tí tey flóta ikki yvir, hóast bygdin er sera rein.

»Men vit mugu minnast til, at Eiði skal ikki verða nøkur sovibygd. Har skal livast og arbeiðast«, segði Hans Jákup í Kollsbyrgi.

Tað hevur borið til at havt vinnulív uttan at dálka. Og tað man eisini fara at bera til í framtíðini, heldur hann.

Hans Jákup í Kollsbyrgi, bygdarráðsformaður á Eiði, viðgekk, at hann hevði ein varhuga av, tá hann kom í Norðurlandahúsið, at Eiði var nakað frammalaga. Hann vónaði, at vera millum tríggjar tær fremstu bygdirnar. Men hann var ovfarin av at vera nummar eitt.

»Og sera glaður«, sigur hann.

Tá slík kapping var fyri tveimum árum síðan, var Sandavágur vald best røkta bygdin. Nummar tvey var Tjørnuvík , og Eiði var tá nummar trý.