Eiðis kommuna veksur skjótast

- Har gott fólk er, legst gott fólk aftrat, siga tey í Eiðis kommunu.

Nýggjastu tølini hjá Hagstovu Føroya vísa, at Eiðis kommuna er tann kommunan í Føroyum, har fólkatalið er vaksið mest í prosentum seinasta árið.

 

Hin 1. oktober 2021 búðu 773 fólk í kommununi. Nú eitt ár seinni búgva 810 fólk í Eiðis kommunu.  

 

- Hetta er ein vøkstur á 37 fólk ella 4,8 prosent, og so stóran vøkstur hevur eingin onnur kommuna í landinum havt seinasta árið.

 

Tað vita tey at siga í Eiðis kommunu í dag.

 

- Hetta er sjón fyri søgn, at tað gongur væl í Eiðis kommunu. Har gott fólk er, legst gott fólk aftrat, siga tey í kommununi í dag.

 

Vit kunnu leggja aftrat, at Eiðis kommuna fevnir um Eiði, Ljósá og Svínáir.