Eiðis sløkkilið skal hava nýtt búmerki

- Búmerkið skal kunna brúkast til hvíta, svarta og reyða bakgrund, og tað skal kunna brúkast bæði stórt og smátt

- Eftir ynski frá Eiðis Sløkkiliði um búmerki, skrivar Eiðis kommuna nú út búmerkjakapping.

 

Tað siga tey í Eiðis kommunu í dag. 

 

Krøvini til búmerkið eru, at tað skal síggjast - at búmerkið fevnir um sløkkiliðið og Eiðis kommunu. 

 

- Búmerkið skal kunna brúkast til hvíta, svarta og reyða bakgrund, og tað skal kunna brúkast bæði stórt og smátt.

 

Víst verður á, at dómsnevndin, ið er skipað við limum í Eiðis kommunu og Eiðis sløkkiliði, tilskilar sær rætt at velja ella vraka hugskot - ella at skriva út nýggja kapping.

 

- Uppskotini skulu sendast til eidi@eidi.fo, ella sendast til kommununa á adressu: Brekkuvegur 37, 470 Eiði.

 

Í Eiðis kommunu siga tey, at freistin at lata inn uppskot er á middegi mikudagin hin 18. februar, og latnar verða 5000 krónur til vinnandi búmerkið.