Firum hevur í dag sent út tíðindaskriv, ið snýr seg um eina nýggja grein um laksalúsasmittu, og greinin er eisini prentað í vísindaliga tíðarritinum, Aquaculture.
- Í greinini verður staðfest, at flytførar og vaksnar laksalýs ikki smitta millum alibrúk. Hinvegin smittar seiðalús í stóran mun við, at vaksnar lýs ferðast millum fisk.
Víst verður á, at lús er ein áhaldandi avbjóðing í alivinnuni, og nógv verður gjørt fyri at halda smittuni niðri. Ein spurningur, sum ofta verður settur, er, um laksalýs sum detta av laksinum í samband við avlúsingar, kunnu smitta onnur alibrúk og harvið økist lúsasmittan á alibrúkum aðrastaðni, tá avlúsað verður.
- Granskarar á Firum hava saman við Bakkafrost og Universitetinum í Bergen brúkt tey góðu føroysku lúsahagtølini sum eru savnað í einum databasa hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni til at eftirkanna hetta í verkætlan, sum er fíggjað av FHF - Fiskeri- og Havbruksnæringens Forskningsfinansiering.
Á Firum siga tey, at úrslitini greitt vísa, at tað er sera sjáldsamt, at laksalús setir seg á fiskin, sum vaksin ella flytfør lús.
- Laksalús smittar einamest við, at larvur ferðast við streyminum, til tær finna ein vert, og síðan búnast tær víðari.
Víst verður á, at av teimum tilsamans 1.492 aliringunum, sum vóru í datasettinum, var tað bara ávíst í 50 ringum, at laksalús var komin á fiskin sum flytfør ella vaksin, og av hesum var tað bara í fimm førum, at nærmasta kelda til lús var eitt annað alibrúk - ella ein onnur ikki staðfest kelda.
Á Firum siga tey, at seiðalús eisini er vanlig á alifiski, eins og hon finst á flestu fiskasløgum kring oyggjarnar.
- Tá hugt var eftir smittu við seiðalús, var søgan ein helt onnur. Vaksnar seiðalús, sum skifta vert stóðu fyri heili 44% av smittutrýstinum og í tíðarskeiðnum, tá seiðalúsatalið á alifiski økist, var tað einamest smitta við vaksnum lýs.
Hetta ger, siga tey á Firum, at avbjóðingin við, hvussu seiðalúsin smittar, er heilt øðrvísi enn laksalús. Tí ber tað ikki til at kopiera fyribyrgingar- og avlúsingarhættir móti seiðalús frá tí vitanini, sum í dag er um laksalús.
- Í alivinnuni bæði í Føroyum og uttanlands er sera stórt fokus á laksalús, bæði tá tað kemur til gransking og eftiransing, meðan vitanin um seiðalús er sera avmarkað. Okkum vitandi eru Føroyar einasta landið sum regluliga skrásetir seiðalús í lúsateljingunum og harvið finst longu eitt datasett, har til ber at grava nógv meira vitan fram um seiðalús.
Tað er Fiskeri- og Havbruksnæringens Forskningsfinansiering, eisini kallað FHF, sum hevur fíggjað hetta granskingararbeiðið. FHF er eitt norskt alment partafelag, sum er 100% fíggjað av norsku fiski- og alivinnuni gjøgnum eitt granskingar- og nýskapanar avgjald á 0,3% av útflutningsvirðunum.
- Sostatt er tað vinnan sjálv, sum fíggjar granskingina, og arbeiðið hjá FHF (Fiskeri- og Havbruksnæringens Forskningsfinansiering) er tætt knýtt at tørvinum í vinnuni.
Víst verður á, at verkætlanir hjá FHF vera settar í gongd við støði í avbjóðingum og møguleikum, sum vinnan sjálv peikar á. Endamálið er at skapa meirvirðið gjøgnum vinnurættaða gransking og nýskapan og at tryggja, at úrslitini kunnu takast beinleiðis í nýtslu og føra til virðisskapan og vøkstur.
Tað er Gunnvør á Norði, granskari á Firum, sum stóð á odda fyri hesi verkætlan saman við Birgittu Andreasen, Kirstin Eliasen, Tróndi Kragesteen, Signar Pætursonur Dam og Lars Are Hamre.
Meira um hetta kann lesast á www.firum.fo











