Eiðisløta í Hólmahúsinum

Millum tiltøkini fer Karl Martin Samuelsen, sum hevði mammu á Eiði, at syngja, og Hans Poulsen í Klaksvík, sum er føddur í 1930, fer at siga frá sínum uppvøkstri á Eiði

Leygardagin hin 16. mai verður skipað fyri almennari Eiðisløtu í Hólmahúsinum.

 

- Tiltakið byrjar klokkan 15, og byrjað verður stundisliga, siga tey í Eiðis kommunu í dag.

 

Sambært skránni fyri Eiðisløtuna fer Tove Kruse Samuelsen, varaborgarstjóri, at leggja fyri við at bera fram eina heilsan.

 

Karl Martin Samuelsen, sum hevði mammu á Eiði, fer at syngja, og síðan fer Hans Poulsen í Klaksvík, sum er føddur í 1930, at siga frá sínum uppvøkstri á Eiði.

 

Næst á skránni verður ein frásøgn hjá Hanusi Hammer, sum fer at siga frá túri við týskum trolara í 1960, og hesin parturin verður skipaður sum samrøða.

 

Svanhild Vesturdal fer at siga frá minnisløtum, og frásøgnin verður eisini skipað sum samøða.

 

At enda verður ein spurnarkapping um staðarnøvn og hendingar á Eiði, og tað verður Jógvan Hammer, sum skipar fyri spurnarkappingini.