Eiga ikki at sortera í, hvør sleppur at liva

Javni, sum felag hevur onga støðu viðvíkjandi lógarfestari fosturtøku, men vit eru ímóti, at fostur verða vald frá, tí teimum feilar nakað. Velja fólk børn frá, tí tey ikki ynskja ella megna at hava eitt barn, er talan um nakað heilt annað, sigur Sigrun Wardum, dagligur leiðari í Javna

Marjun Dalsgaard

Í Føroyum hava vit ikki lógarfesta fosturtøku, men vit hava rætt til at fáa fosturtøku, um barninum feilar nakað. Hetta er sortering og tað er dubultmoralskt, heldur Sigrun Wardum, leiðari í Javna. Hon hevur persónliga einki ímóti at lógarfest fosturtøka verður í Føroyum, men tá vit velja børn frá, tí tey bera brek er tað sortering, og tað er Javni ímóti.
- Persónliga gangi eg inn fyri lógarfestari fosturtøku, men tað er mítt persónliga sjónarmið. Javni blandar seg ikki uppí tað kjakið, men Javni er ímóti, at fosturtøka verður framd við tí fyri eyga, at sortera børn frá, tí tey bera brek av ymsum slag, sigur Sigrun Wardum.
At nokta lógarfestari forsturtøku sum heild, men loyva tí, tá barninum feilar nakað, er sortering og luktar av rasuútreinsing, heldur hon.
Hon leggur dent á, at tey, ið taka eitt val um fosturtøku, sjálvandi hava rætt til tað.
- Vit eiga at virða tey, og teirra val, eins og vit eiga at virða tey, ið velja at fáa barnið, hóast at tað ber brek, sigur Sigrun Wardum

Eiga at fáa vegleiðing
Tann vitanin, sum allar mammur fáa í boði í Danmark í dag, hevur ført við sær, at nógv færri børn verða fødd við Down Syndrom. Vitan er fínt, men neyv vegleiðing skal fylgja við, sigur Sigrun Wardum.
- Sjálvandi skulu vit brúka tað tøkni og tað vísund, sum vit hava. Trupulleikin er, um fólk taka avgerð á skeivum grundarlagið, sigur Sigrun Wardum.
Hon dugir ikki at síggja, hví kvinnur undir 35 ár ikki skulu fáa somu vitan, sum kvinnur yvir 35. Tað sum er avgerandi er meira kunning og vitan í sambandi við, at kvinnur fáa kannað fostrið.
- Tað er alneyðugt at tey pør, sum fáa hesa vitan samstundis fáa vegleiðing um, hvat tað er at eiga eitt barn við menningartarni. Tey eiga at fáa vitan um, at eitt barn við Down Syndromi gott kann hava eitt gott lív, og at tey gott kunnu hava eitt gott lív, fyri tað um barnið ber brek, sigur Sigrun Wardum.

Fátækt samfelag har øll eru eins
Hon leggur dent á, at tað er nógv gleði knýtt at vera saman við fólkum, sum hava menningartarn, og at tað er eitt fátækt samfelag, sum ikki eigur hesi menniskju.
- Tað gevur so ótrúliga nógv at vera saman við teimum. Tey eru ógvuliga spontan, og vísa so stóra gleði við minsta framstig - sovorðið, sum vit onnur taka fyri givið. Verðin verður so øgiliga nógv keðiligari, um hesi menniskju ikki eru her, sigur Sigrun Wardum.
Hvussu lukkuligt eitt barn við breki er velst ikki minst um, hvussu samfelagið er innrættað. Um samfelagið ikki rúmast hesum fólkum, so vera tey ikki lukkulig, og tey kenna seg óynsktan, tá hetta tosið er um, at tey vera vald frá - tað sigur seg sjávlt, sigur Sigrun. Hon heldur tó ikki, at vit skulu lata vera við at tosa um tað.
Tað er týdningarmikið, at vit kjakast og hava vitan um hesi fólkini, og at nakað er hjá teimum, at taka sær til.

Mugu hava rúmligt samfelag
- Um einki er at takast við, ella um eitt menniskja skal búgva undir ótolandi umstøðum, so verður tað ikki lukkuligt, so tað velst um umstøðurnar hjá barinum, um tað fær eitt lukkuligt lív, sigur Sigrun Wardum.
Hon heldur, at Føroyar sum heild eru rættuliga rúmmligar í so máta.
- Vit goyma ikki okkara menningartarnaðu burtur frá restina av samfelagnum. Tað verður gjørt í nógv størri mun í øðrum londum. Her eru tey ein partur av samfelagnum, og tað er gott, tí tey hava eisini tørv á at vera saman við ymiskum fólkum, sigur Sigrun Wardum.
Serliga bútilboðini kunnu elva til trupulleikar.
- Eitt sum eyðkennir nógv folk við menningartarni er, at tey ikki duga at siga frá. Tí hendir tað, at tey verða niðurkoyrd, tí eingin veit av, at tey ikki hava tað gott - til dømis hava vit royndir av, at fólk, sum búgva í sambylum kunnu fáa sálarligar trupuellikar og tunglyndi. Tað kann vera hart at búgva saman við fleiri fólkum, sum tú ikki sjálv hevur valt. Um tey ikki duga at siga, frá, kann tað vera sera hart fyri tey, sigur Sigrun Wardum.

Betur skúla- og arbeiðslív
Hon heldur sum heild, at tilboðini til børn og barnargarðs og vøggustovualdrinum hava tað gott í Føroyum. Tað stendir verri til tá tey koma í skúlaaldur og aftaná fólkaskúlan.
- Ofta manglar útbúgvin stuðul í skúlanum, og ofta er skipanin ikki góð. Vit vilja hava inklusión, men ofta hendir tað, at ein stuðul er settur at taka sær av barninum burturav. tað er meiri inkluderandi um viðkomandi er í skúlanum kann taka barnið burturfrá, um tað verður troytt, ella kanska ein tími er, sum ikki er gott fyri tað, sigru Sigrun Wardum.
Ofta eru stuðlar uttan fakligar førleikar, og tey vita kanka ikki reiðiliga, hvat tey skulu taka sær til við barninum. Barnið, verður ikki ein partur av flokkinum í so máta, greiðir Sigrun Wardum frá.
Haraftrat kann tað vera ein trupulleiki, tá fólkaskúlin er liðugur, og tey ikki fáa tilboð um víðari skúlagongd og/ella fáa eitt arbeiði antin á vardum verkstaði ella á vanliga arbeiðsmarknaðinum. Um tey ikki hava nakað starv, ganga tey fyri einki, og tað er ikki nakað gott lív, sigur Sigrun Wardum.