Fíggjareftirlitið hevur givið Eik Bank Danmark tvær átalur fyri marknaðarføringina av tilboðnum ?BoligPrioritet? Danska fíggjareftirlitið hevur givið Eik Bank Danmark tvær átalur fyri marknaðarføringina av tilboðnum ?BoligPrioritet.?
Aðra átaluna fær bankin, tí hann ikki upplýsti árliga kostnaðin í prosentum, og hina fær hann fyri at geva viðskiftafólkum ta fatan, at rentan fyri lánið bara fylgdi rentuni hjá Tjóðbankanum.
Eik Bank svarar Fíggjareftirlitinum, at tey halda, at marknaðarføringin er í samsvari við góðan bankasið. Og tey, sum klagaðu, tóku ikki av, tá tey fingu boðið at flyta síni lán til BRF Kredit.
Eik Bank fingið boð um at broyta treytirnar, sum geva bankanum rætt til at broyta ómaksgjøld og rentur hjá viðskiftafólkunum. Eik Bank Danmark heldur seg ikki hava gjørt nakað skeivt, men tekur átalurnar og boðini til eftirtektar.
Kelda: Kringvarpið