Eik nýggjan deildarleiðara í Klaksvík

Hin 30 ára gamli Hilmar Sam Lamhauge er settur í starv sum leiðari á deildini hjá Eik í Klaksvík, skrivar Eik á heimasíðu síni. Hilmar Sam Lamhauge av Glyvrum er settur í starv sum leiðari á deildini hjá Eik Banka í Klaksvík.

Hilmar Sam Lamhauge er 30 ára gamalur, er giftur og eigur tvey børn.

Hann hevur roynt sjólívið umborð á m.ø. Grunningi og var í fleiri ár leiðari á Statoilstøðini á Glyvrum, áðrenn hann kom til Eik at starvast.

Sum er, er Hilmar Sam Lamhauge leiðari á ungdómsdeildini hjá Eik í høvuðsstaðnum. Í Eik hevur hann tikið bankaútbúgving, og hann er farin undir víðari útbúgving innan bankavinnuna.

Hilmar Sam Lamhauge tekur við eftir Eyðun Mørkøre, sum er farin í annað starv uttan fyri Eik.