Eik við nýggjum uppsparingartilboði

Eik Banki kemur nú við einum nýggjum uppsparingartilboði, Bústaðarkontan Bústaðarkontan, har landskassin lat eykarentu til tey, sum spardu upp til egnan bústað, fall burtur 1. juli í ár. Eik bjóðar nú ein annan møguleika fyri uppsparing við eykarentu.

Framtíðarkontan er uppsparingarkonta, har til ber at spara upp til tvinni endamál, bústað og útbúgving.

- Vit halda tað vera umráðandi at spara upp til tey týðandi tingini í lívinum, sum til dømis bústað og útbúgving og tað er tann møguleikan, vit bjóða kundunum við framtíðarkontuni sigur Bjarni Olsen, stjóri í Eik Banka.

Framtíðarkontan er ikki tíðarbundin, til ber at seta upp til hálva millión, og upp til 50 prosent av innistandandi kunnu brúkast til útbúgving, meðan 100 prosent av peninginum kunnu brúkast til at fíggja egnan bústað.

- Tað serliga við framtíðarkontuni er eisini, at peningurin kann brúkast til størri umvælingar og umbygging av egnum bústaði, og tað ger kontuna áhugaverda fyri øll, sigur Bjarni Olsen ? bæði foreldur, sum vilja tryggja børnum sínum eitt betri byrjanarstøði til útbúgving og bústað, og teimum, sum longu eiga hús, men umhugsa at spara upp við hægri rentu til framtíðar umbyggingar.

Í løtuni er grundrentan á framtíðarkontuni 1,35 prosent + 0,75 prosent fyri innistandandi upp til 100tkr., og 1,35 prosent + 1 prosent fyri innistandandi millum 100tkr. og 500tkr, boðar Eik Banki frá.