Eitt, sum hevur undrað meg og tí komi eg við hesi áheitan, er hví tað ikki blívur gjørt eitt marknaðarpláss á keiøkinum ella við bátahyljarnar (nakað sum í Vágsbotni). Her kundu teir bátar, sum avreiða alt, t.d. smáfisk til flakavirkið ella uppboðssøluna, selt fisk og fugl.
Tíverri er tað soeliðis, at um tú skalt keypa fisk í handlum, flak, ræstan fisk, knettir o.a., so skalt tú gjalda 40-50 krónur fyri kilo. Tað er nógv bíligari at keypa høsnarungar og annað kjøt til døgurðamat.
Hóast arbeiðsloysið ikki er so stórt í Tvøroyrar kommunu, eru tað nógv, sum mugu venda hvørjum oyra tey tjena. Nógv hava ikki bát ella anna møguleika fyri at fáa sær ein feskan bita í pottin. Henda møguleika høvdu tey fingið, um eitt tílíkt marknaðarpláss bleiv gjørt og útróðrarbátarnir høvdu sloppið við við smáfisk, sum fólk kundu keypt fyri ein rímuligan pening.
Finnleif Guttesen
Tvøroyri