Nú er bara ein eftir á lívi av einum av teimum fyrstu superbólkunum í rocksøguni.
Tað er greitt eftir at bæði BBC, CNN og aðrir miðlar, bera deyðsboðini av Ginger Baker í morgun.
Hann var best kendur sum trummusláari í líka legendariska bólkinum, Cream, men hevur eisini spælt í øðrum, kendum bólkum, eitt nú Blind Faith og hann hevur verið virkin tíðina í ymsum øðrum samanhangi.
Hann var annars doyptur Peter Edward Baker, men fekk kelinavnið Ginger, tí hann var reyðhærdur, og hann var 80 ára gamal, nú hann doyði.
Í 2005 spældu Cream saman aftur í Royal Albert Hall og tá spældu teir eisini "White Room, sum er ein av teirra kendastu sangum
##med2##
Saman við guitarspælaranum, Eric Clapton og bassspælarunum Jack Bruce, stovnaði hann Cream í 1966, men hóast teir bara spældu saman í eini tvey ár, fingu teir skrivað nakrar av teimum kendastu rocksangunum, sum enn eru at hoyra, og serliga LP-plátan. Disraeli Gears, verður mettur sum ein varði í rovksøguni.
Sjálvur verður Ginger Baker mettur at vera ein av teimum týdningrmestu trummusláaranum.
Ginger Baker spældi eisini í øðrum, kendum bólkum, eitt nú Blind Faith og hann hevur verið virkin alla tíðina í ymsum samanhangi.
Men í seinastuni hevur heilsam bilað og í morgun bórust so deyðsboðini av honum.
Basspælarin í Cream, Jack Bruce, doyði í 2014, 71 ára gamalur, og sostatt er bara Eric Clapton enn á lívi av teimum, sum mannaðu eitt av kendastu orkestrunum í rocksøguni.