Fimm stig til NSÍ og tvey stig til Víking

Vit taka stutt samanum teir tríggjar dystirnar í Betrideildini hjá monnum millum NSÍ og Víking

Tað eydnaðist ikki Víkingi at vinna á NSÍ í Betrideildini hjá monnum hetta kappingarárið.

 

Tó vann Víkingur 3-1 á NSÍ í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið.

 

Í landskappingini vann NSÍ fyrsta innanhýsis dystin, og hinir báðir innanhýsis dystirnir endaðu við javnleiki.

 

Sostatt var úrtøkan fimm stig til NSÍ, og tvey stig til Víking í teimum trimum innanhýsis dystunum.

 

Samlaða málúrtøkan í hesum trimum dystunum gjørdist 7-4 til NSÍ.

 

Í báðum dystunum á útivølli í Sarpugerði skoraði NSÍ trý mál. 

 

Víkingur – NSÍ 3-3 (1-0) - 18. august

 

1-0: Jørgen Nielsen (5.)

 

1-1: Klæmint A. Olsen (56.)

 

1-2: Michal Przybylski (58.) 

 

1-3: Klæmint A. Olsen (71.)

 

2-3: Ragnar Skála (74.)

 

3-3: Martin Klein Joensen (88.)

 

NSÍ-Víkingur 1-1 (1-0) - 22. juni

 

1-0 Brandur Hendriksson (43.)

 

1-1 Poul Kallsberg (90.+)

 

Víkingur-NSÍ 0-3 (0-1) - 16. mars

 

0-1 Jasper van Der Heyden (35.)

 

0-2 Klæmint A. Olsen (66.)

 

0-3 Steffan A. Løkin (90.)

 

Kelda: FaroeSoccer