Ein bilførari varð í gjár tikin fyri rúsdrekkakoyring

Løgreglan steðgaði í gjár einum bili í Kollfjarðadali, har tað vísti seg, at førarin var ávirkaður av rúsdrekka

Tað var klokkan 07:07 gjáramorgunin, at løgreglan steðgaði einum bili í Kollfjarðadali nakað sunnan fyri Effostøðina í Kollfjarðadali. 

Tá bilførarin blásti í alkoholmetrið, vísti tað seg, at hann hevði drukkið ov nógv til at koyra bil.

Hann játtaði seg sekan, og málið koyrir tí sína gongd.

Løgreglan fekk eisini eina fráboðan um ein rúsaðan persón, sum kom inn á eitt hotel í Havn, har hann vildi hava meira at drekka í barrini á hotellinum. Men tað fekk hann, og hann gjørdist tí illur í sær. 

Løgreglan kom á staðið, og maðurin fekk bót fyri brot á skilhaldsreglarnar.