- At taka paracetamol er ikki gott. Eg má siga tað - tað er ikki gott, segði Trump mánadagin. - Mynd: Kevin Lamarque/Reuters

ES fer ímóti ávaring hjá Trump um pínustillandi heilivág

Trump ávarar kvinnur við barn ímóti paracetamol. ES-stovnurin sær onga orsøk til líknandi ávaring.

- At taka paracetamol er ikki gott. Eg má siga tað - tað er ikki gott, segði Trump mánadagin. - Mynd: Kevin Lamarque/Reuters

ES heldur fast um sínar leiðreglur um pínustillandi paracetamol til kvinnur, sum eru við barn.

Tað boðar evropiski heilivágsstovnurin, EMA, frá í tíðindaskrivi í dag.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, segði seint mánadagin okkara tíð, at myndugleikarnir fara at biðja amerikanskar læknar um at ráða barnakonum frá at taka paracetamol.

Men EMA fer ikki at koma við líknandi boðum.

- Paracetamol er framvegis ein týðandi møguleiki at viðgera pínu ella fepur hjá barnakonum, sigur læknastjórin í EMA, Steffen Thirstrup, í tíðindaskrivi.

Á henda hátt gongur EMA ímóti Trump, sum í gjár mælti barnakonum frá at taka paracetamol og knýtti bæði koppsetingar og pínustillandi heilivág at autismu.

- At taka paracetamol er ikki gott. Eg má siga tað - tað er ikki gott, sigur Trump.

Men EMA sær einki prógvað samband millum autismu og paracetamol í barnsburðinum.

- Okkara ráðgeving byggir á eina ítøkiliga meting av tøku vísindaligu dátunum, og vit hava ikki funnið prógv fyri, at tað at taka paracetamol í viðgongutíðini elvir til autismu hjá børnum, sigur Thirstrup.

Í vegleiðingini hjá EMA stendur, at barnshavandi kvinnur kunnu taka paracetamol, tá "tørvur er á tí".

- Eins og við øllum øðrum heilivági til akutta viðgerð, eigur hann at verða nýttur í lægsta virkna skammti í stytst møguliga tíð og so sjáldan sum gjørligt, skrivar EMA.

Talsmaðurin hjá Heimsheilsustovninum, Tarik Jašarevic, sigur á einum tíðindafundi, at tað eru "ósamsvarandi" prógv á hesum økinum.

Tað upplýsir tíðindastovan Reuters.

Talsmaðurin vísir til ógreinaðar kanningar um møguliga leinkju, men sigur, at úrslitini ikki eru staðfest.

- Hetta manglandi endurtøkuføri vísir á tørv á varsemi, sigur Tarik Jašarevic.

 

/Ritzau/

 

- At taka paracetamol er ikki gott. Eg má siga tað - tað er ikki gott, segði Trump mánadagin. - Mynd: Kevin Lamarque/Reuters