Ein broyting í nevndini hjá Víkingi

Brandur Jacobsen heldur fram sum formaður í felagnum

Mánakvøldið 12. februar var árligi aðalfundurin hjá Víkingi. Sambært Víkingi var uppmøtingin góð. Árant Hansen varð valdur til fundarstjóra og Elin Vatnhamar Olsen til skrivara. Skráin til fundin var sambært viðtøkum felagsins, skrivar Víkingur.

 

Formaðurin Brandur Jacobsen greiddi frá gongdini í felagnum – bæði bygnaðarliga og ítróttaliga.

 

- Vit eiga ein góðan felagsskap, vid umleið 450 aktivum limum - 300 børnum og 150 vaksnum. Grundarsteinurin í felagnum er framvegis tað sjálvbodna arbeiðið, har vit eiga eitt ótal av fólkið, sum leggja arbeiði í Víking - saman lyfta vit felagsskapin.

 

Roknskapurin var lagdur fram og góðkendur. Tríggir nevndarlimir stóðu fyri valið; Hanna E. Olsen, Petur Asbjørn Lervig og Jákup Poulsen. Jákup Poulsen stillaði ikki uppaftur, og fyri hann bleiv Edith Dam Vang vald inn i nevndina.

 

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg soleiðis:

 

Brandur Jacobsen, formaður

 

Hanna Erlingsdóttir Olsen, næstforkvinna

 

Elin Vatnhamar Olsen, skrivari

 

Jeffri Olsen, nevndarlimur

 

Edith Dam Vang, nevndarlimur

 

Petur Asbjørn Lervig, nevndarlimur