Tá Elsa bert var 16 ára gomul, hoyrdi hon um møguleikan at fara til Japan ígjøgnum AFS sum útvekslingsnæmingur. Hetta hevði hennara stóra áhuga, og hon gjørdi av at royna. Kom at búgva hjá eini japanskari familju nakað norðanfyri Tokio, í einum lítlum býi, sum kallast Joetsu í Niigata-økinum. 190.000 fólk búgva í hesum býnum. Elsa sigur, at í Japan er ein býur við hesum fólkatalinum ein lítil býur.
Áhugin fyri Japan vaknar
Í Joetsu gekk Elsa í studentaskúla, har hon læs enskt og japanskt, og har búði hon frá februar 1992 til februar 1993 hjá eini japanskari familju.
? Tað, sum vakti mín serliga áhuga fyri Japan, var, tá eg uppdagaði, at fólkið lítið og einki kendi til kristindómin. Tey vistu, at kristindómurin var eitt slag av mentan í vesturheiminum, men vistu als einki um sjálva kjarnuna í kristindóminum ? evangeliið um Jesus.
? Vit vóru einans 10 fastbúgvandi útlendingar í alt í býnum. Eg var 16 ára gomul og hinir útlendingarnir vóru tilkomin fólk, so eg kendi meg rættuliga unga ímillum tey. Tey vóru øll góð við meg, so eg hevði tað stak gott. Grundin til at hesi vóru komin til Japan var at undirvísa lokalfólki í enskum. Tríggir av hesum útlendingunum vóru trúboðarar, og nýttu undirvísingina í enskum sum útgangsstøði í trúboðaravirkseminum.
? Hesi høvdu eisini kristnar radiosendingar frá einum lokalradio í býnum, har eg eisini fekk høvið at taka lut m.a. við at greiða frá mínum persónliga kristna vitnisburði. Hetta var við til at gera, saman við mínum langa ljósa hári, tí eg sá annarleiðis út enn lokalfólkið, at eg gjørdist eitt kent andlit í býnum. Tá eg var ørindir í býnum, so heilsaðu tey upp á meg, sum eg var ein av teirra egnu. Hetta gjørdi sjálvandi sítt til, at eg kom at kenna meg ómetaliga vælkomnan og kom at halda nógv av tí japanska fólkinum.
? Tað var meðan eg búði her, bert 16 ára gomul, at áhugin vaknaði í mær at fara til Japan at undirvísa í enskum og á tann hátt at virka sum trúboði har.
Elsa sigur, at enskt hevur als ikki verið undirvísingarevni í Japansku barnaskúlunum inntil fyri fáum árum síðani. Hesi seinastu árini er áhugin fyri enska málinum vaksin munandi ímillum Japanska fólki, og í dag byrja børnini at læra enskt longu í fjórða klassa.
? Japanarar ferðast nógv úti í heimi, bæði sum vanlig ferðafólk og sum vinnulívsfólk, og tað er m.a. av hesum, at krøvini til førleika í enskum eru vaksin.
Leiðin gongur til Skotlands og Århus
Tá AFS-árið var liðugt í februar í 1993 kom Elsa heimaftur á klettarnar í Syðrugøtu og fór at ganga í 1.g í studentaskúlanum við Gøtugjógv og í Kambsdali, og á heysti í 1995 fór hon til Motherwell í Skotlandi á bíbliuskúlan hjá GLO, og var liðug har í juni í 1996.
So gekk leiðin aftur til tað japanska, men nú til Aarhus. Í 1996 byrjaði hon at lesa japanskt á universitetinum í Aarhus. Í universitetshøpi kallast hesin lesturin japanologi. Elsa hevur lisið japanskt í fýra ár, men hesi árini hava ikki verið í einum, tí hon hevur verið burtur frá í fleiri millumbilum, har hon m.a. hevur verið styttri og longri lestrartúrar í Japan.
Flytur til Japans
Í september í 2002 fór hon aftur til Japan, og nú búsettist hon í býnum Osaka, sum liggur einar 400 km. í ein suðurvestan úr Tokio, við suðurstrondina av Honshu-oynni, sum er høvuðsoyggin í Japan.
Í Osaka búgva 2,6 milliónir fólk. Næststørsti býur í Japan og týdningarmiklasti havnabýurin við nógvum ídnaði, so sum maskin-, pappír- og klædnaídnaði og eisini skipabygging. Alt hetta er við til at gera Osaka til ein stóran útflutningsbý. Har er stórt bankavirksemi, og kann býurin eisini prýða seg við heitinum sum universitetsbýur. Religiónin vísir eisini sítt andlit í býnum, við tað at har eru mong kend Buddhatempul.
? Religiónirnar, shintuisman og buddhisman, spæla ein stóran leiklut í lívinum hjá japanarum. Hetta sæst m.a. aftur í teimum mongu heimatemplunum, sum flestu buddhistisk heim hava. Hetta er at líkna við eitt stórt skáp, sum stendur í stovuni, og tá tað verður latið upp, er tað eitt heilagt tempul. Heimaaltarið/ templið verður m.a. brúkt sum offurstað til minnis um deyðar familjulimir. Hesar offringar fara fram á hvørjum ári á deyðsdegnum hjá viðkomandi. Altarið verður eisini brúkt til aðrar religiøsar handlingar ígjøgnum árið, tó í mun til hvussu álvarsamt í viðkomandi familja tekur tað religiøsa lívi.
? Tá ein familjulimur gerst ein kristin, so hendir tað ikki so sjáldan, at viðkomandi verður fullkomiliga stoyttur út úr familjuni og verður ikki longur roknaður sum ein teirra.
Elsa hevur eisini lisið "sosiala vælferð" á japanskum í eitt ár á einum universiteti í Tokio, og eisini var hon hálvt ár á lærisveina-venjingarskúlanum hjá Youth With a Mission (YWAM) í Tokio. Elsa skilir tað mesta av japanskum í dag og kann lættliga føra eina vanliga samtalu.
Ein dreymur gongur út
Tá Elsa búsettist í Osaka tók hon upp samband við eina japanska evangeliska kirkju, sum kallast Takaishi Bible Church, og her gjørdist hon partur av einum trúboðaraliði, sum nær út við evangeliiunum ígjøgnum lærarayrkið.
? Tríggir trúboðarar komu av Hawai til Osaka at virka sum trúboðarar. Teir stovnaðu eina samkomu av japanarum, sum aftur stovnaði fleiri japanskar samkomur í Osaka umráðnum, og tað er eina av hesum samkomunum, sum eg hoyri til. Vit eru u.l. 100 limir.
? Takaishi Bible Church hevur eina verkætlan har tey undirvísa japanarum í enskum. Verkætlanin kallast: Logos English Teaching Program. Næmingarnir spenna líka frá undir skúlaaldri og til eldri fólk. Uml. 700 næmingar í alt. Kirkjubygningurin er innrættaður við skúlastovum á aðru hædd, og uml. helvtin av næmingunum verða undirvístir í hølunum í kirkjuni, meðan hin helvtin verður undirvíst privat.
Høvuðsendamálið við hesi verkætlan er at náa lokalfólkið við evangeliinum samstundis sum tey verða undirvíst í enska málinum. Elsa hevur 100 næmingar, sum hon undirvísir ávíkavist í kirkjuni og privat. Talan er um bæði dagskúla og kvøldskúla. Fyrrapartin er tað fyri tað mesta heimagangandi húsmøður og eldri fólk, beint eftir middag eru tað børn undir skúlaldur og um kvøldið eru tað vinnulívsfólk, universitetsnæmingar, studentaskúlanæmingar og tannáringar. Elsa hevur næmingar í øllum aldrum, og hon undirvísir bæði vinnulívsfólki og lesandi.
Øll hesi verða nádd við einum Guds orði við tað, at teir seinastu 10 minuttirnir av hvørjum undirvísingartíma verða brúktir til andakt og bíbliuundirvísing, og næmingunum dáma hettar væl. Fleiri av hesum koma eisini til bíbliuundirvísing í kirkjuni sunnumorgnar, sum gongur fyri seg á enskum áðrenn Gudstænastuna á Japanskum. Fleiri av teimum, sum koma til bíbliutímarnar sunnumorgnar, meta kanska hesar bíbliutímar, sum teirra styrkisroynd í enska málinum. Einaferð um mánaðin skipar samkoman fyri serligum tiltøkum, sum eisini er fyri at náa lokalfólkið við evangeliinum. Hetta er t.d. barnagudstænastur, konsertir, barbecue/grillparty, ítróttardagar o.a. Til tíðir koma fremmandir bólkar at vitja, sum eisini skipa fyri ymiskum evangeliskum tiltøkum.
? Vit náa nógv fólk við undirvísingar-verkætlanini og eisini ígjøgnum hesi ymisku tiltøkini, og eg eri ómetaliga glað fyri, at Gud uppfylti mín trúboðaradreym við at gera meg til ein part av hesi spennandi verkætlan her í Japan.
Læraralønin, sum Elsa fær frá samkomuni, er lítil í mun til hvat aðrir lærarar í enskum fáa í Japan, men gleðin og endamálið í verkinum vigar meiri enn alt annað, sigur Elsa at enda í samrøðuni.
Framtíðin
Elsa er framvegis knýtt at universitetinum í Aarhus sum lesandi í japanologi, men nú sum sjálvlestur. Hon miðar ímóti at fáa Bachelor í japanskum, og síðani at lesa til cand. í japanskum.
? Eg veit ikki, hvussu leingi eg fari at verða í Japan, men nú livi eg mitt í tí dreymi, sum eg altið havi ynskt mær at gjørt, og eg eri sera væl nøgd. Meinigheitin, sum eg arbeiði út frá, hevur spurt meg um at forleingja sáttmálan við trimum árum, so tað kann væl verða, at eg í øllum førum verði nøkur ár afturat.
Elsa sigur, at hon væl kundi hugsað sær eisini at virka sum tolkur hjá føroyskum vinnulívsfólki og øðrum, sum koma til Japan at vitja. Hon hevur onkuntíð fingið uppgávur av slíkum slag fyri føroyingar.
Her er so nakað hjá føroyska vinnulívinum at hugsa um - tað nýtist ikki at vera málið, sum forðar okkum at fara inn á tann japanska marknaðin - eitt gott tilboð frá Elsu!! (viðm. undirritaða)
Við endan av samrøðuni sigur Elsa, at um onkur er áhugaður í at hoyra meiri um arbeiði hjá henni ella er áhugaður at undirvísa í enskum í Japan, er ein vælkomin at seta seg í samband við hana: huusgaard@hotmail.com