Ein dyggan frammaná til Eidesgaard

VELJARAKANNING Javnaðarflokkurin verður bumbaður aftur til 1932 og tykist ikki at hava nakran kjans at gera seg galdandi millum teir stóru, meðan Sambandsflokkurin stormar fram sum tann klárt ráðandi flokkurin í føroyskum politikki

Eitt stórt herðaklapp og ein risa framgongd til Kaj Leo Johannesen og Sambandsflokkin – og ein logandi beint á kjaftin til Jóannes Eidesgaard og Javnaðarflokkin. Tað er høvuðsniðurstøðan av veljarakanning, sum Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning hevur gjørt fyri Sosialin.

Fólkaflokkurin fær eisini ein frammaná, meðan andstøðuflokkarnir standa so at siga í stað.

Úrslitið er stutt og greitt, at býtið millum samgongu og andstøðu er tað sama. Men tað merkisverda er, at meðan Sambandsflokkurin fær eina framgongd upp á 10,1 prosent, so missa Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin tilsvarandi 10,1 prosent. Av teimum missur Javnaðarflokkurin tey 6,4 og Fólkaflokkurin 3,7.

Í andstøðuni er skilið tað sama. Tjóðveldi gongur 1,3 prosent fram, meðan Sjálvastýrisflokkurin og Miðflokkurin ganga ávikavist 0,6 og 0,7 prosent aftur - ella 1,3 prosent til samans.

Men tað merkisverda í hesi veljarakanning - fram um nakra aðra er, at tað tykist, sum um Sambandsflokkurin dustsýgur sínar samgongufelagar fyri atkvøður. Tað hevur hepnast Kaj Leo Johannesen sera væl í løgmanssessinum, og sambært teimum sjey veljarakanningunum, sum eru gjørdar síðani valið í januar í 2008, hevur gongdin verið støðug, hóast tað ongantíð hevur gingið so væl sum hesaferð, har flokkurin fær 31,1 prosent.

Hjá Javnaðarflokkinum hevur gongdin somuleiðis verið týðulig í øllum hesum kanningunum, hóast tað ongantíð hevur gingið so illa sum hesaferð. Fyrstu átta mánaðirnar eftir valið stjórnaði Javnaðarflokkurin CHE samgonguni saman við Tjóðveldinum og Miðflokkinum. Tað vísti seg beinanvegin, at hesum vóru veljararnir hjá Javnaðarflokkinum ikki glaðir fyri, tí í fyrstu kanningini eftir valið, sum varð gjørd í august í 2008, fekk flokkurin bara 14,2 prosent, og flokkurin hevur ligið har niður ímóti síðani, so tað tykist als ikki at hava hjálpt, at Jóannes Eidesgaard gav Tjóðveldinum krakk og tveitti seg í føvningin á Sambandsflokkinum.

Afturgongdin hjá Fólkaflokkinum hevur ikki verið eins týðulig síðani seinasta val, sum hjá Javnaðarflokkinum.

Fólkaflokkurin hevur í hesum døgum stórar innanhýsis trupulleikar. Ein profilur í tingmanningini hevur vent flokkinum bakið, og tveir aðrir verða í hesum døgum ákærdir fyri brot á lógina um stjórnarskipan Føroya.

Samgongan tykist ikki fáa tað stóra mótspælið frá andstøðuni, men hóast oyðimarkargongd, so megnar Tjóðveldi at halda sína støðu sum stóri andstøðuflokkurin og alternativið til ein stjórnarberandi flokk.
eirikur@sosialurin.fo