Ein eldsál fyllir 60 ár

Mánadagin 14. november fyllir Jana Hoydal (f. Frickmann) 60 ár.

Jana hevur á mangan hátt gjørt vart við seg í okkara samfelag. Tað, sum eyðkennir Janu, er, at tað hon fæst við, gongur hon uppí við lív og sál. Og hon sigur sína hugsan týðiliga og greitt, gerst tað neyðugt.

Jana er fødd í Glamsbjerg á Fjóni. Longu 15 ára gomul misti hon pápan, men mamman livir enn, og er 93 ára gomul.

Jana gekk í frískúla í heimbýnum, og har varð góður grundvøllur lagdur undir allan víðari lærdóm. Eftir lokið realprógv, fór hon á posthús at arbeiða. Í 1967 átti hon sonin Jes, og seinni fór hon á studentaskeið og tók prógv í 1971.

Jana hevur altíð verið sera ágrýtin og arbeiðssom .Hon hevur megnað at arbeitt, ansa børnum og heimi, og lisið - alt um eina leið.

Jana giftist við Torleivi í 1970, og tey eiga Marjuna og Mass. Jana las til sosialráðgeva og tók prógv í 1974. Í lestrartíðini arbeiddi hon á bókasavni um kvøldarnar . Fyrsta starvið sum sosialráðgevi var hjá Kerteminde kommunu, har hon var málsviðgeri. Har starvaðist hon til 1978, tá hon flutti við Torleivi og børnum til Føroya.

Fyrsta starvið í Føroyum var sum vikarur í Tórshavnar Kommunuskúla, umframt røkti hon starvið á Ríkisumboðnum sum málsviðgeri í ættleiðingarmálum. Áhugin fyri lærarastarvinum gjørdist so stórur, at í 1981 fór Jana á Føroya Læraraskúla og tók prógv í 1985. Eitt yrki, sum hon hevur røkt til lítar, og seinastu árini hevur hon eisini verið skúlavegleiðari.

Jana hevur altíð lagt dent á at verða fakliga væl fyri, og í 2000 tók hon BA-prógv í søgu .

Kvinnumál hava altíð havt stóran áhuga hjá Janu, og hjartamál hennara hevur verið at tala søkina hjá kvinnum, sum eru fyri harðskapi. Jana var við á stovnandi fundi í1989, tá Kvinnuhúsfelagið varð stovnað. Hon gjørdist forkvinna í nevndini, sum fyrireikaði arbeiðið í Kvinnuhúsinum. Har gekk hon á odda at gera bygnað fyri stovnin og at skipa virksemið í Kvinnuhúsinum við sjálvbodnari arbeiðsmegi.

Seinni kom Kvinnuhúsið á fíggjarlógina, takkað veri tí grundleggjandi arbeiði og teimum hagtølum, sum Jana hevði verið við til at savna ta fyrstu tíðina á Kreppumiðstøðini.

Jana gavst, tá hon hevði verið í hesum arbeiði í 10 ár, fyri ikki at gerast ein "instutión," sum hon plagar at taka til. Men Kvinnuhúsið fyllir framvegis í tilveruni, og Jana er altíð til dystin fús sum sjálvboðin vakt, tá boð eru eftir henni.

Vit fara at ynskja Janu hjartaliga til lukku við føðingardegnum.